20. februar 2018
Borgarafundirnir byrja í kvøld
Fyrsti borgarafundurin av trimum um bústaðarpolitikkin hjá Tórshavnar kommunu verður á Finsen í kvøld kl 19. Mikukvøldið 21. februar kl 19 verður fundurin í Skúlanum við Løgmannabreyt og týskvøldið 27. februar kl 19 verður borgarafundur í Skúlanum á Argjahamri.

Skráin í kvøld er soleiðis, at byrjað verður kl 19 við kaffi og livandi tónum frá Signari í Homrum. Aftaná leggur Annika Olsen, borgarstjóri, fyri, og síðan verður vístur ein stuttfilmur um bústaðarpolitikkin. Aftaná hevur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, framløgu um bústaðarpolitikkin.

Eftir ein steðg er orðið frítt og eftir kjakið rundar Marin Katrina Frýdal av og greiðir frá, hvussu kommunan fer at arbeiða víðari.