22. oktober 2018
Høgrasvingsbreyt til Hvítanesvegin
Hóskvøldið skal býráðið taka støðu til framhaldandi arbeiðið við at bøta um ferðsluviðurskiftini á vegamótinum millum Hvítanesvegin og Eystara Ringveg.

Tað eru framvegis avbjóðingar við at fáa ferðsluna at glíða, hóast ferðsluljós vóru sett upp í vár fyri at minka um trupulleikan við bilraðum á vegastrekkinum. Serliga er tað á Eystara Ringvegi móti vegnum Yviri við Strond, at trupulleikar eru, og serliga er tað í meldurtíðini, at trupulleikar standast av bilrøðum, ið kunnu strekkja seg frá ljóskurvunum og heilt oman móti tyrlupallinum. Hetta hevur m.a. við sær, at ferðslan frá Hoyvíksvegnum og inn á Ringvegin eisini verður tarnað.

Tí hevur umsitingin í teknisku fyrisiting lagt uppskot fyri býráðið um at lata eina breyt gera afturat til ferðsluna, ið skal til høgru við frá Eystara Ringvegi og út á Hvítanesvegin. Kostnaðarmetingin frá ráðgeva ljóðar á 1,3 mió. kr. Harumframt skal Hvítanesvegurin breiðkast frá vegamótinum og oman til Hoydalsá. Hetta verður mett at kosta 500.000 kr. umframt útbygging av ljóskurvum.

Í sambandi við at kommunan ynskir at byggja við frílendið oman móti Hoydølum, er ynski komið um ein sonevndan ljóðvolla, sum fer at dýrka verkætlanina nakað. Samlaður kostnaður fyri eyka breytina er sostatt 1,9 mió. kr.

Málið kemur fyri á býráðsfundi komandi hóskvøld.