Vit eru á Vanganum – ert tú?
Vit eru á Vanganum – ert tú?

Tórshavnar kommuna hevur nú 15 umsóknir á Vanganum.

15. mars 2021 skifta vit eisini innritingarskipan til bókingarskipanina BARN, soleiðis at tú ritar inn við Samleikanum og ikki við MínLykil.

Tað er tí umráðandi, at tú fært tær Samleikan í góðari tíð, so tú ert tryggjað atgongd til kommunalu tænastur okkara.

Vangin veksur og Samleikin tekur yvir

Lurta
Til lesiveik
KUNNING
Vit eru á Vanganum – ert tú?

Tórshavnar kommuna hevur nú 15 umsóknir á Vanganum, og talgildu tænasturnar leggjast afturat í hvørjum.

Um skamma stund skifta vit eisini innritingarskipan til bókingarskipanina BARN, soleiðis at tú ritar inn við Samleikanum og ikki við MínLykil, tá tú skalt bóka børnum tínum pláss á dagstovni ella skriva tey inn í skúla.

Les meira um broytingarnar, og hvussu tú ber teg at við at skráseta Samleikan, her:

Vangin veksur og Samleikin tekur yvir

KUNNING
Hýruvognsloyvi leyst at søkja

Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja í løtuni. Loyvið er knýtt at bilstøðini BIL.

Tú søkir um loyvið á síðu okkara um hýruvognsloyvi. Har finnur tú eisini nærri kunning um, hvussu tú søkir, og hvørjar reglur eru galdandi.

Umsóknin skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 11. mars 2021.

Søk um hýruvognsloyvi

KUNNING
Stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn

Møguleiki er nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Umsóknarfreistin er 1. apríl 2021.

Kunna teg nærri um møguleikan og treytirnar á síðu okkara um mentanarstuðul:

Mentanarstuðul

  • Vel alt
  • Bústaður og bygging
  • Býur og ferðsla
  • Dagstovnur og skúli
  • Vinna
  • Hoyringar, avgerðir og loyvir
  • Náttúra, mentan og frítíð
  • Persónlig viðurskifti
  • Politikkur og fólkaræði
  • Umsorgan og røkt
  • Heilsa
26. februar 2021
Tveir 25 ára starvsdagar í barnatannrøktini

Í dag seinnapartin var lítil samkoma í Posthúskjallaranum í sambandi við, at Brynhild Zachariassen og Maria Simonsen hildu 25 ára starvsdag í barnatannrøktini.

26. februar 2021
Reinsaríið fær 100.000 krónur til tónleikin

Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs hevur játtað 100.000 krónur til konsertir á Reinsarínum, so tónleikararnir aftur kunnu taka ljóðførini fram og spæla konsertir í miðbýnum.

26. februar 2021
30 íbúðir byggjast á Lambatrøðni

Ætlanin hevur leingi verið at byggja íbúðir á Lambatrøðni á Argjum. Talan er um 5 bygningar í tveimum hæddum við tilsamans 30 íbúðum, 20 íbúðir uppá 72 fermetrar og 10 uppá 90 fermetrar. Bilskýli, parkeringsøki, reinsiverk og fríøki eru eisini á trøðni.

26. februar 2021
Maria Ludvig fer frá vegna aldur

Í fjør slapp Maria ikki at halda 25 ára starvsdagin vegna koronu. So tí varð gjørt nógv burturúr í dag, eisini tí Maria fylti 67 ár fyri einari lítlari viku síðani.

26. februar 2021
Fjølbroytt myndlist í Kollafirði

Í vetur hevur skeið í myndlist verið hildið í skúlanum í Kollafirði. Undirvíst og málað hevur verið tíggju leygardagar. Evnið hevur verið litlæra og málningalist.

Nógv er komið av skafti og upp á løriftið. Fagurt og litríkt í fjølbroyttum skapum og motivum.

25. februar 2021
Øll sleppa í 1. flokk í Skúlanum á Fløtum

Býráðið hevur í kvøld avgjørt at fýra 1. flokkar verða í Skúlanum á Fløtum skúlaárið 2021/22. Hetta merkir, at øll børn, sum eru skrivað inn til 1. flokk at byrja í summar, sleppa í Skúlan á Fløtum at ganga.

Minka um burturkastið og fá betri mold
Umhvørvi
Minka um burturkastið og fá betri mold

Her kanst tú lesa um, hvussu tú vinnur tær góð sankutøð og dygdarmold burturúr tínum burturkasti, og hvussu tú samstundis kanst vera við til at taka fet á grønu leiðini.

Skúlainnskrivingin 2021
Skúli
Skúlainnskrivingin 2021

Í ár gongur innskrivingin í skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. 

Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla ella frítíðarskúla.

Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu
Nýggja heimasíðan
Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu. Far á kanningarferð á heimasíðuni ella les um nýggju hentleikarnar her.

ALMENN HOYRING
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. desember 2020 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr. nr. 49, Velbastaður.

Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga, partur av matr. nr. 139a, Hoyvík.

Almenn hoyring
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913, Tórshavn.