Tilmeldingin til frítíðarskúlapláss í heystfrítíðini tøk
Tilmeldingin til frítíðarskúlapláss í heystfrítíðini tøk

Hevur tú tørv á frítíðarskúlaplássi í heystfrítíðini, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, kanst tú fáa pláss á einum frítíðarskúla, sum er opin í frítíðini.

Fríggjadagin 17. september læt tilmeldingin til samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar upp. Freistin at melda til er 1. oktober 2021.

Samanlagt virksemi í frítíðartíð í frítíðarskúla
Køkubúðbrekkan stongd
Køkubúðbrekkan stongd

Leygardagin 11. september byrjaði Fjarhitafelagið at grava og spreingja í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu.

Arbeiðið varir til fríggjadagin 24. september. Brekkan er stongd fyri allari ferðslu í tíðarskeiðnum.

Kunna teg nærri her: 

Køkubrekkan í J. Paturssonar gøtu stongd frá leygardegnum 11. september
Hevur tú minst til at klippa runnar og trø?
Hevur tú minst til at klippa runnar og trø?

Tórshavnar kommuna heitir á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.

Klippið trø og runnar móti vegi
Lurta
Til lesiveik
KUNNING
Dálkaða drekkivatnið er batnað, men kókitilmælið stendur við

Støðan við dálkaða í drekkivatninum er batnað. Koliformar bakteriur eru framvegis í drekkivatninum á Argjum, men dálkaða økið er vorðið minni í vesturbýnum.

Royndir verða tiknar mánadagin 20. september.

Kókitilmælið stendur sostatt við. Hetta til nærri boð verða givin. Tú kanst kunna teg nærri um vatnstøðuna her: 

Kort yvir dálkað drekkivatn í vesturbýnum og Argjum

Drekkivatnstøðan í løtuni

KUNNING
Tilmeldingin til frítíðarskúlapláss í heystfrítíðini tøk

Hevur tú tørv á frítíðarskúlaplássi í heystfrítíðini, tá frítíðarskúlarnir annars eru stongdir, kanst tú fáa pláss á einum frítíðarskúla, sum er opin í frítíðini.

Í dag, fríggjadagin 17. september, letur tilmeldingin til samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar upp. Freistin at melda til er 1. oktober 2021.

Samanlagt virksemi í frítíðartíð í frítíðarskúla

KUNNING
Køkubúðbrekkan í J. Paturssonar gøtu stongd

Leygardagin 11. september byrjaði Fjarhitafelagið at grava og spreingja í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu. Arbeiðið varir til fríggjadagin 24. september.

Brekkan er stongd fyri allari ferðslu í tíðarskeiðnum. Bussleiðin og arbeiðsbilar hjá Andriasi Berg eru tó undantikin.

Brekkan verður fyrst og fremst stongd av trygdarávum, men eisini fyri at fáa arbeiðið skjótari liðugt.

Køkubúðbrekkan í J. Paturssonar gøtu stongd frá 11. september

KUNNING
Grøna parkeringsøkið í J. Paturssonar gøtu stongt frá 11. september

Grøna parkeringsøkið í brekkuni í Jóannesar Paturssonar gøtu er stongt frá leygardegnum 11. september kl. 8 til fríggjadagin 24. september.

Orsøkin er stóra grevstrar- og spreingiarbeiðið, sum er í brekkuni í tíðarskeiðnum.

Tú kanst kunna teg nærri um grevstrararbeiðið og ferðsluavmarkingarnar her:

Køkubrekkan í J. Paturssonar gøtu stongd frá leygardegnum 11. september

KUNNING
Klippið trø og runnar móti vegi

Vit heita á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

Løgreglan kann eftir samráð við kommununa krevja, at trø og runnar og annar vøkstur verða stívd, sneidd ella snøggað.

Les meira um reglurnar í faldara okkara:

Vegleiðing um runnar, girðingar og trø 

Garðar, hegn og gongubreyt

  • Vel alt
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel alt
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
20. september 2021
Gevast við Grønadammi fyri veturin

- Nú runda vit av fyri í ár og so má arbeiðið standa sína roynd í vetur, sigur Brynjolvur (Bynne) Lamhauge, sum saman við Einar Djurhuus hevur staðið fyri arbeiðnum at fáa Grønadamm aftur í tann stand, hann var í fyri mongum árum síðan, soleiðis sum tey, ið eldri eru í dag, minnast hann.

18. september 2021
Kókitilmælið stendur við á Argjum og vesturbýnum

Seinastu kanningarnar vísa, at tað enn eru bakteriur í drekkivatninum á Argjum og einum minni parti av vesturbýnum, so kókitilmælini standa við. Hetta til nærri boð verða givin.

17. september 2021
Heystfagnaður í Nólsoy leygardagin

Í morgin, leygardagin 18. September, verður spennandi heystfagnaður í Nólsoy.

17. september 2021
Rudda Føroyar í morgin

Tórshavnar kommuna er aftur í ár við í altjóða ruddingarátakinum, sum felagsskapurin “Rudda Føroyar” skipar fyri. Ruddingarvikan endar í morgin tann 18. september.

17. september 2021
Bussleiðin eyka koyring kollafjarðardagarnar

Í sambandi við at Kollafjarðar Trivnaðarfelag skipar fyri »Kollafjarðardøgum« hetta vikuskiftið, fer Bussleiðin at koyra í Kollafirði og á Oyrareingjum og Signabø leygardagin 18. september 2021.

17. september 2021
Stuttligir kollafjarðardagar eru byrjaðir

Stevnan í Kollafirði byrjaði so smátt í gjárkøldið, tá tað var kvinnukvøld í Kollafjarðar skúla og fólk vóru til smakking av brellbitum á Cafeiini við Sjógv. Skráin í dag byrjar kl 17. Niðanfyri er skráin fyri allar dagarnar.

ForeldraGluggin
TEMA/DAGSTOVNUR
ForeldraGluggin

Í Tórshavnar kommunu eru vit í ferð við at seta eina skipan í verk, sum skal gera samskiftið millum dagstovnar og foreldur trygt og ómakaleyst. Skipanin er royndarkoyrd á úrvaldum stovnum, og nú verður fyrsta verkætlanarstig so líðandi sett í verk á øllum dagstovnum í kommununi.

Ólavsøka
Mentan og frítíð
Ólavsøka

Ólavsøkan er í hondum, og ætlanin er, at hon hesaferð skal líkjast meira sær sjálvum. Nakrar fastar tættir mugu vit tó hava til góðar til næsta ár vegna koronu. Her kanst tú lesa skránna, kunna teg um tilmæli og broytingar, fáa yvirlit yvir ferðsluna og kunna teg um trygdarviðurskiftini á ólavsøkuni.

Uppliv listina í Tórshavn
List
Uppliv listina í Tórshavn
Í Tórshavnar kommunu hevur tú nógvar møguleikar fyri at uppliva list. Her finnur tú bæði málningar, installatiónir og høggmyndir eftir bæði yrkislistafólkum og áhugalistafólkum. Listina hittir tú bæði á søvnunum, í mentanarhúsunum…
ALMENN HOYRING
Broyting av serstøku byggisamtyktini fyri Lagatrøð

Uppskot um at broyta serstøku byggisamtyktina fyri Lagatrøð við Dalavegin í Tórshavn. Uppskotið snýr seg um at nágreina ásetingarnar viðvíkjandi mest loyvdu hædd á tí bygda. 

ALMENN HOYRING
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri neyst í Kollafirði

Uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 208, 211a, 211c og 209b í Kollafirði í sambandi við ætlanir um at byggja neyst.

ALMENN HOYRING
Broyting av byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 6a og 51a, Velbastaður

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 23. juni 2021 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Kirkjubø / Velbastað.