31. mars 2016
Cafe Latte ella sjóvinna
Undirhald og fyrisiting ella tænastudepil til sjóvinnuna. Cafe Latte ella vinna. Tað var spurningurin á kunningarfundinum, sum fyritøkurnar á Vestaru Bryggju skipaðu fyri í dag seinnapart á Reinsarínum.

Framløgan byrjaði við at seta spurningin, um vestara havnaøkið skuldi brúkast til undirhald og fyrisiting, heldur enn sum tænastudepil til sjóvinnuna. Víst varð til, at alt økið meira ella minni er ein tænastudepil fyri skip, og at alt virksemið er treytað av atgongd til bryggjukant.

Víst varð eisini á, at fortreytirnar fyri ymsu ætlanunum, sum kommunan hevur móttikið frá privatum, eru ivasamar. Hinvegin er vinnan í sjálvum økinum í blóma og ynskir at fáa møguleikar at menna seg í økinum. Tað er ein sannroynd, at fyritøkurnar eru í vøkstri, at har koma alt fleiri og fleiri arbeiðspláss og at framtíðarvánirnar eru bjartar.

Økið er illa egnað til fyrisiting og undirhald, tí har verður arbeitt allan sólarringin, har er larmur, ferðsla og lossing og stór og rúgvusmikil amboð, sum kunnu seta spurningar við trygdina í økinum. Tí verður mett, at framtíðar virksemi eigur at sampakka við tað virksemi, sum longu er í økinum.

Tað stutta av tí langa er, at vinnan sjálv ynskir at menna økið. Møguleikarnir eru nógvir og verandi vinna eigur at fáa møguleika at fóta sær á økinum. Trupuleikin var, at ongi konkret uppskot fylgdu við, tí vinnan ynskti at fáa tíð til at menna hesar ætlanir.

Nakað av orðaskifti var um hetta og fleiri býráðspolitikkarar vóru við á fundinum.