03. Oktober 2016
Fagna margfeldinum alla vikuna
Diversity 2016-átakið var sett á Reinsarínum í kvøld. Borgarstjórin segði m.a., at okkara kommuna er ein fjølbroytt kommuna. Og tað verður fagnað í hesi vikuni, nú skipað verður fyri »Diversity 2016«, har vit seta sjóneykuna á teir mongu tjóðskapirnar, sum liva og virka í Tórshavnar kommunu.

Sum høvuðsstaður hevur Tórshavn nógv ymiskt at bjóða, bæði ein fjølbroyttan arbeiðsmarknað, fjølbroytt skúlatilboð og eitt fjølbroytt útboð, tá ið tað kemur til frítíðartilboð til vaksin, ung og børn.

- Nú fara vit so undir eitt nýtt tiltak, sum vit vóna, okkara borgarar taka væl ímóti, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Tórshavnar kommuna er størsta kommuna í Føroyum og her búgva fleiri enn 20.000 fólk. Í øllum Føroyum búgva fólk úr 142 ymiskum londum, og bara í Tórshavnar kommunu eru fólk úr oman fyri 100 londum búsitandi.

- Eins og onnur samfeløg eru Føroyar í broyting. Vit eru í alt størri mun partur av altjóða samfelagnum, og tað sæst aftur á fleiri økjum. Eitt av hesum er broytingin í fólkasamansetingini. Fleiri útlendingar koma hendan vegin at arbeiða, íðka ítrótt ella fáa sær maka her.

- Við ymiskum mentanum og fólkasløgum er kommunan vorðin eitt uppaftur meira fjølbroytt stað. Men skulu øll – bæði útlendingarnir, sum flyta higar, og tey sum búgva her frammanundan – fáa fullgóða nyttu og uppliving av ymiskleikanum, so er tað umráðandi, at nýggju borgararnir so skjótt sum til ber verða innlimaðir í samfelagið.

- Kommunan hevur, (sum Jóan Petur Hentze og Runa Preeti Høgnesen seinni fara at koma inn á), arbeitt við at gera eitt integratiónsálit fyri Tórshavnar kommunu.

- Eitt eyðkenni, sum kemur øgiliga greitt fram í álitinum og í øllum samskifti við flestu av útlendsku tilflytarunum, er eitt sera sterkt ynski um og ein sera stór motivatión til at vilja gerast partur av samfelagnum.

- Hetta fegnast vit um í Tórshavnar kommunu.

- Vit ynskja ein fjøltáttaðan høvuðsstað, har teir mongu tjóðskapirnir koma til sjóndar og virka og liva lið um lið, har vit øll eru føroyingar, líka mikið hvør okkara uppruni er og hvar vit eru fødd.

- Við “Diversity” vikuni, sum nú fer í gongd, vóna vit at vit fáa ein størri kunnleika til teir borgarar, sum ikki hava sín uppruna í Føroyum. Tí síggja vit fram til at fagna ymiskleikanum í Tórshavnar kommunu, har vit bjóða ungum sum eldri at vera við.

- Úr rúgvuni fara vit hesa vikuna at hoyra spennandi framløgur, áhugaverdar og innihaldsríkar samrøður og kjak, og síggja listaframsýning sum seta ymiskleika í fokus.

- Vit fara at uppliva áhugaverdan og lívsglaðan tónleik,, fara at royna uttandura joga og zumba í Vágsbotni, síggja afrikanska mótaframsýning og sleppa at smakka forkunnugar brellbitar úr øllum heimsins heraðshornum.

- Størsta integratiónstiltak okkara nakrantíð higartil, er stóra arbeiðið, sum Kvøldskúlin hevur gjørt fyri útlendsku næmingarnar. Tað frøir meg dagliga at hitta nógvar av hesum næmingum í býnum, nú tey heilsa og biða góðandag á klingandi føroyskum. Tað fløvar og ber boð um, at tey hava fingið tann besta førningin - lykilin til okkara mentan: Málið!

- Vónandi verður hetta tiltakið á sama hátt við til at styrkja samhaldið og margfeldið og fer í enn størri mun at skapa tann diversitet, sum eigur at eyðkenna ein altjóða gjørdan bý, har tað er lætt hjá øllum at fáa fótafestið, og har øll kenna seg vælkomnan.

- Vælkomin! Njótið øll tey einastandandi tilboðini alla vikuna!

- Eg gleði meg at luttaka - og eg gleði meg til hóskvøldið, tá vit taka samanum og hava orðaskifti um, hvat vit kunnu gera enn betri fyri at taka ímóti og húsa tí fjølbroytni, tit øll á tykkara hátt hava við tykkum heimanifrá.

- Verið hjartaliga vælkomin øll - og hervið hava vit sett hol á átakið "Diversity 2016", segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.

Aftaná móttøkuna greiddu Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri og Runa Preeti frá integratiónsálitinum. Aftaná greiddi David Im, integratiónssamskipari á Útlendingastovuni, frá virkseminum á stovninum.

Síðan greiddu Jógvan Sørin Hansen, leiðari á Kvøldskúlanum, og Bergljót av Skarði, lærari, frá ymsum møguleikum á Kvøldskúlanum innan undirvísing og starvsvenjing.

At enda greiddi Jónhild Rasmussen, umsitari á Hugskotinum frá, hvussu tilflytarar kunnu stovna egið virki.

Tulkur alt kvøldið var Hans Jacob Kollslíð.