20. oktober 2016
M. A. Jacobsens virðislønir latnar
Eilif Samuelsen fekk virðislønina fyri mentanaravrik, Beinta Johannesen og Joan Sørinardóttir fingu hvør sína barnamentanarheiðursløn, og Heðin M. Klein fekk virðisløn fyri fagrar bókmentir.

Virðislønin fyri mentanaravrik 2016 varð givin Eilifi Samuelsen fyri at hava halgað sítt lív sum eftirløntur til at geva okkum klassiskar heimsbókmentir á føroyskum máli.

Heðin M. Klein fekk heiðurslønina fyri yrkingarsavnið "Tað orðið".

Beinta Johannesen fekk barnamentanarheiðurslønina fyri sítt áhaldandi arbeiði at skapa børnum áhugavert tilfar.

Joan Sørinardóttir fekk barnamentanarheiðursløn fyri bókina "Hvannpoppkorn og summardáafruktsalat", sum er ein føroysk uppskriftsbók.

Grundgevingarnar kunnu lesast niðanfyri:

Beinta Johannesen

Eilif Samuelsen

Joan Sørinardóttir

Heðin M. Klein