6. juli 2017
Broyttar byggisamtyktir eru nú sjónligari
Allar broytingar í byggisamtyktum í Tórshavnar kommunu eru nú gjørdar sjónligari. Størri dentur verður lagdur á at fáa hoyringar beindar væl út ymisk støð í almenna rúmið, so borgarin hevur møguleika at kunna seg væl um ávegis broytingar í almennum og serstøkum byggisamtyktum.

- Borgarar hava seinastu árini fleiri ferðir víst á, at teir ikki hava varnast, at byggisamtyktir eru broyttar, fyrr enn broytingarnar eru framdar. Hatta er nú broytt. Nú virða vit almennar hoyringar og gera tær fram um alt sjónligari, so øll hava møguleika fyri at síggja tær og gera viðmerkingar. Vit hava nú raðfest hetta soleiðis, at kunningin fer væl út bæði á netinum og í bløðum, sigur Marin Katrina Frýdal, forkvinna í Byggi- og býarskipanarnevndini.

So hvørt byggisamtyktir fara til hoyringar, verða tær nú lagdar út á netið saman við eini nærri lýsing og myndum umframt øðrum tilfari, sum vísir munin á verandi byggisamtykt og ætlaðu broytingini.

- Ávegis broytingar í byggisamtyktum skulu liggja frammi til almenna hoyring í 6 vikur, og tí hevur tað alstóran týdning, at tilfarið er sjónligt hesar vikurnar, og at øll, sum hava einhvønn áhuga, kunnu koma til orðanna, sigur Marin Katrina Frýdal.

Á torshavn.fo er gjørt serskilt øki, har borgarin altíð kann kunna seg um ávegis broytingar í byggisamtyktum í kommununi. Til bera at lesa um broytingina, síggja kort og myndir av økinum og fáa innlit í, hvussu langt viðgerðin av hvørjum einstøkum máli er komin.

Átta broytingar í byggisamtyktum liggja í løtuni á torshavn.fo við myndum og tekningum, sum vísa byggisamtyktina undan og eftir broytingina. Hetta skal geva borgarunum eina fatan av, hvussu broytingin fer at taka seg út. Til ber at vitja síðuna á torshavn.fo HER.

Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 10. mai 2017 at uppstiga kunningina um allar broytingar í byggisamtyktum í Tórshavnar kommunu. Málið hevur eisini verið til ummælis á býráðsfundi.