Mánadagin 19. apríl dagføra vit BARN-skipanina. Skipanin verður tí ikki tøk frá klokkan 10 til beint fyri middag.
Vit kunna her á heimasíðuni, tá skipanin er tøk aftur.
Mánadagin 19. apríl dagføra vit BARN-skipanina. Bókingarskipanin verður tí ikki tøk frá klokkan 10 til beint fyri middag.
Vit kunna her á heimasíðuni, tá skipanin er tøk aftur.
Tórshavnar kommuna hevur 4 grundstykkir í Nólsoy til sølu. Hevur tú áhuga í at seta búgv í Nólsoy, kanst tú keypa eitt av grundstykkjunum frá mánadegnum 19. apríl kl. 16.
Kunna teg nærri um grundstykkini og mannagongdina á síðu okkara um útstykkingar:
Eitt hýruvognsloyvi í Tórshavnar kommunu er leyst at søkja. Loyvið er knýtt at bilstøðini BIL.
Umsóknir skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi hósdagin 29. apríl 2021.
Kunna teg nærri um, hvussu tú søkir, á síðu okkkara um hýruvognsloyvi:
Mánadagin 19. apríl dagføra vit BARN-skipanina. Bókingarskipanin verður tí ikki tøk frá klokkan 10 til beint fyri middag.
Vegna kloakkarbeiði verður Gripsvegurin frá R.C. Effersøesgøtu til Hoyvíksvegin stongdur fyri allari ferðslu sunnunáttina 19. apríl
Á Umhvørvisvikuni, sum í ár verður 1. til 8. mai, verður sjóneykan sett á fyribyrging, endurnýtslu og endurvinning av burturkasti.
Í dag seinnapartin varð Demensdepilin á Tjarnargarði tikin í nýtslu. Við út- og umbyggingini eru tænasturnar til fólk, har minnið er farið at bila, savnaðar á Tjarnargarði. Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði nøkur orð um nýggja depilin.
Tórshavnar kommuna stuðlaði tiltakinum Føroyar Renna, so tað var ókeypis hjá øllum at melda seg til renningina. Ístaðin kundi fólk stuðla Sinnisbata við 50 krónum og uppeftir. Inn komu 20.750 krónur.
Týskvøldið 13. apríl læt Nólsoyar bókasavn dyrnar upp á fyrsta sinni. Í hesum sambandi var almenn móttøka í Nólsoyar skúla.
Nólsoyingar hava í longri tíð ynskt sær almenna atgongd til eitt bókasavn, so tað er gleðiligt fyri bygdafólkið, at hetta umsíðir er vorðið veruleiki.
Í mai 2021 skipa vit aftur fyri árligu ruddingardøgunum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er hósdagin 6. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. februar 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri matr. nr. 1175i, Tórshavn.