09. februar 2018
Skeið í linnandi røkt - palliatión
7. februar 2018 byrjaði skeið á Hotel Føroyum í linnandi viðgerð og røkt. Skeiðið er fyri sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar og er fyriskipað í samstarvi millum Heilsu- og umsorganartænastuna hjá Tórshavnar kommunu og Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Umframt starvsfólk frá áðurnevndu økjum, eru luttakarar frá fýra øðrum eldrasamstørvum, tilsamans 36 luttakarar. Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá okkara starvsfólkum at fáa førleikamenning innan økið, og er tað at fegnast um, at hetta er nú vorðið veruleiki.

Á fakmáli nevnist skeiðið palliatión, og orðið merkir skjól, vernd ella kappi. Tá álvarslig sjúka hóttir okkum, hava vit tørv á ”skjóli”. Í Heilsu- og umsorganartænastuni veita starvsfólkini linna, røkt og umsorgan til fólk við álvarsligari sjúku, og fyri at kunna veita ein dygdargóða tænastu er týdningarmikið, at tey fáa holla vitan um palliatión, og hvussu ein best kann stuðla.

Hvat er palliatión?

Sambært allýsing hjá WHO er palliatión: "At stimbra lívsgóðsku hjá sjúklingum og familjum, sum standa yvir fyri teimum avbjóðingum, sum standast av lívshóttandi sjúku. At fyribyrgja og linna líðing við tað, at sjúkuorsøk verður staðfest tíðliga og eftirlit verður hildið við sjúkueyðkennum og viðgerð av pínu og likamligum, sálarligum, psykososialum og andaligum trupulleikum"(World Health Organization, 2002).

Hvat er endamálið við skeiðnum?


Endamálið við skeiðnum er at menna dygdina í arbeiðnum hjá heilsustarvsfólki, tá tað snýr seg um røkt, viðgerð, linnan, vegleiðing, stuðul og umsorgan fyri menniskjum í palliativa tíðarskeiðnum og teirra avvarðandi. Og at styrkja og menna samstarvið tvørtur um fak og geirar fyri at tryggja, at menniskju í palliativa tíðarskeiðinum fáa eina so góða og samanhangandi sjúklinga- og/ella borgaragongd sum gjørligt.

Hetta var fyrsti dagur av trimum í fyrra moduli, og síðst í mánaðinum verður seinna modul, tilsamans fimm skeiðsdagar. Ímillum modulini arbeiða luttakararnir við einari uppgávu, sum verður løgd fram á seinna moduli.

Tað eru føroyskir og ein útlendskur undirvísari, sum viðgera palliatión út frá ymiskum sjónarhornum.

Ein almennur fundur verður í Finsen síðst í mánaðinum, har Inge Kaldahl, sum fer at undirvísa á seinna moduli, fer at umrøða, hvussu vit kunnu fóta okkum, tá sorg og kreppa rakar. Tiltakið verður lýst seinni.