16. mars 2018
Reisigildi í Skúlanum á Fløtum
Reisigildi varð hildið í arbeiðsskúrinum úti í Janusargøtu nú seinnapartin, nú "oyggj" 6 & 7 av Skúlanum á Fløtum eru reistar. Annika Olsen, borgarstjóri, helst stutta røðu fyri arbeiðsfólkinum og beyð vælkomin, nú stálbjálkarnir eru reistir og bygningurin trónar 16 metrar upp í loft.

- Hetta er eitt ótrúliga spennandi arbeiði í einum sera spennandi øki, sum í framtíðini í sera stóran mun kemur at mynda býin. Tit kenna prosjektið, so mær tørvar ikki at lýsa smálutirnar.

- Men eg vil fegin fegnast saman við tykkum um higartil vælútint verk.

- Eg fegnist um at hoyra, at Articon-Búsetur leggja stóran dent á heilsu-, trygd-og umhvørvi í sambandi við arbeiðið, og at tað sum skilst hevur gingið væl á tí frontinum.

- Eg eri greið um, at byggiøkið á Fløtum kann kennast sera kalt og vindblást, og eg kann ímynda mær, hvussu ilfýsið tað mangan hevur verið henda veturin, men hóast tað hevur arbeiðið gingið væl.

- Eg fegnist somuleiðis um, at býurin hevur virknar arbeiðstakarar og ráðgevar, ið vilja átaka sær slíkar stórar uppgávur og vera við til at menna seg sjálvar og førleikarnar hjá føroyskum vinnulívi.

- Eg síggi fram til, at feløgini framhaldandi gera sítt allarbesta til at veita ein bygning við bestu dygd, røttum funktiónum og til avtalaða fíggjarkarmin.

- Eg síggi tí eisini fram til at koma aftur seinni í ár og fylgja við gongdini, sohvørt einstøku oyggjarnar verða reistar.

- Eg fegnist eisini um, at uttandura økið longu eru so væl frágingið, og at ein tjørn longu eisni er komin her norðanfyri. Tað er mær sagt, at hon skal hava navnið Torleifstjørn – eftir dugnaliga arbeiðsmanninum hjá Articon, ið kom fram á hana - og soleiðis var peningur eisini spardur viðvíkjandi tí at gera eina tjørn.

- Eg takki umsitingini, stýrisbólkinum, skúlaleiðsluni, frítíðarskúlaleiðsluni og Ítróttaanleggum fyri teirra innsats.

- Vit fegnast eisini um, at tað longu er gongd á at fáa innrætting, innbúgv og amboð til nýggja skúlan, eins og fyrireikingar eru gjørdar viðvíkjandi hentleikum til uttandura økið og ikki minst góða list til skúlan.

- Og so kunnu vit øll fegnast um, at byggiøkið úti á Fløtum á mangan hátt er sermerkt í býarsøguni við Musikkskúla, Fløtuskúla og Glasir í gongd um sama mundið, og at hetta økið um stutta tíð verður gerandisdagur fyri fleiri túsund fólk.

- Eg fari at loyva mær at nevna arbeiðstakararnar. Teir eru Articon- Búsetur Í/F við undirveitarunum P/F Maria Poulsen og Sp/f Install.

- Ráðgevar eru: Samtakið Eind Í/F við: Sp/f Árna Winther arkitektar (Nú partur av SNA), Sp/f ZETA Architects, Sp/f Brim arkitektar, P/F SMJ og P/F LBF.

- Takk øll somul fyri tykkara góða arbeiði og hjartaliga tillukku við oyggj 6 og 7. Eg gleði meg at fylgja við arbeiðnum frameftir. Tillukku og stóra takk fyri framúr avrik, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.