19. apríl 2018
Borgarstjórin heiðraði Fleyr-genturnar
Lítil móttøka var í Móttøkuhúsinum í gjár fyri føroyameistarunum úr Fleyr. Borgarstjórin Annika Olsen var vertur og segði m.a., at tað er ein sannroynd, at flogbólturin sum ítróttargrein í Føroyum er bara nøkur fá ár eldri enn Fleyr, tí í 1968 var flogbóltur skipaður sum ítróttargrein undir ÍSF, og í 1969 var fyri fyrstu ferð kappast um føroyameistaraheitið. Og Fleyr er 40 ára gamalt sum felag og er tí meira enn nakað annað lið ímyndin av føroyskum flogbólti.

- Veruligu landskappingarnar byrjaðu beint eftir, at Fleyr varð stovnað. Og tað er veruliga stuttligt at síggja, at felagið enn stendur í allarfagrasta blóma. Og líka so gleðiligt er at síggja, at flogbóltur í dag telist millum størstu ítróttargreinar í Føroyum.

- Ein fyrimunur við flogbólti, í mun til mong onnur bóltspøl, er tann breiða tilgongdin, sum næstan ikki hevur sín líka nakra aðrastaðni, tí flogbóltur er bókstaviliga ein ítróttur fyri breiddina.

- Eg havi nevnt tað fleiri ferðir í seinastuni, at tað var eitt heilt einastandandi upplivilsi og sera hugaligt herfyri at síggja flogbørnini kappast, serliga hvussu væl tit duga at seta við longu frá 4 ára aldri, at geva øllum ein kjans, og gjøgnum spæl menna børnini til dugnaligar flogbóltsleikarar.

- Hetta lovar alt væl fyri framtíðina. Herfyri var Havnin vertsbýur fyri EM-kapping í flogbólti fyri U20-menn. Og sjálvandi eru vit errin av, at nýumbygda Høllin á Hálsi kann hýsa hesum tiltakinum við øllum teimum altjóða treytum, ið settar verða. Hetta er einastandandi, tí vanliga verður føroyskur flogbóltur á altjóða stigi spældur uttanlands.

- Øll kunnu læra at spæla flogbólt, tí hetta er veruliga ein ítróttargrein fyri øll. Samstundis er hetta eisini ein ítróttargrein, ið veruliga letur upp fyri, at tey bestu sleppa at royna seg og gera vart við seg, tí vit hava eina sterka elitu, har sjálvandi Fleyr sæst best aftur.

- Tykkara stóra barna- og ungdómsarbeiðið hevur vakt ans og somuleiðis verið ein góður íblástur hjá øðrum feløgum. Tí síggja vit í flogbólti, eins og alla aðrastaðni, at verður gott lagt niður í tey yngru, síggjast úrslitini av tí aftur, tá tey eru vaksin.

- Stóra ídni og nærlagnið, ið hevur verið eitt hitt fremsta vørumerkið hjá flogbóltinum her á landi í mong ár, sæst ikki minst aftur, tá tey stóru tøkini skulu takast. Eisini tá kemur ofta til sjóndar, hvør dygd og hvør botnur liggur í Fleyr og øllum tykkum, sum eru við til at mynda hetta góða felag, vit í Havnini eru so góð við og stolt av.

- Øll tey flottu úrslit, tit hava uppnátt frá teimum yngstu til tey elstu, eru ikki komin av sær sjálvum, so tit kunnu veruliga stolt rætta ryggin. Fleyr er ein stórur og týðandi partur av tí góða trivnaði, vit hava í høvuðsstaðnum, og tit gera eitt so ótrúliga stórt arbeiði fyri at uppala ungdóm og leggja gott niður í komandi ættarliðini.

- Hjartans tøkk fyri, at tit eru sum tit eru. Tí tað skal veruliga ein innsatsur til at fáa eitt felag at rigga so væl, sum Fleyr ger. Vit eru stolt av tykkum, takksom og fegin um, at vit eiga eitt so gott og virkið ítróttarfelag sum Fleyr í okkara nærumhvørvi.

- Okkara partur av skapa karmarnar skal ikki liggja eftir. Vegna Tórshavnar kommunu vil eg enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga tillukku við bæði steypakappingini og FM-heitinum og vóna, at mong og góð ár liggja fyri framman, segði Annika Olsen, borgarstjóri, í stuttari røðu.