04. mai 2018
Innlendismálaráðið og Nora skipa fyri kappróðri
Seinastu dagarnar hava NORA og Innlendismálaráðið verið vertir fyri eini norðurlendskari nevnd, sum hevur vitjað í Føroyum. Eitt av sosialu tiltøkunum, sum eru á skránni er, at tey sleppa at rógva ein túr við einum kappróðrarbáti.

Hetta er roynt fleiri ferðir fyrr og vanligt er at hava ymsar politikkarar, sum hava róð fyrr, at stýra og leggja teimum lag á. Í gjár mannaðu tey tríggjar bátar hjá Knørrafelagnum, sum standa í Evensensneystinum.

Ernst Olsen stýrdi Knørri, Marin Katrina Frýdal Jarnbardi og Heðin Mortensen Herningi. Ongin veruligur kappróður var, men Ernst noyddist ein eyka túr, tí róðrarfólkið var púra hugtikið av upplivingini.

Ein eldri maður, sum var umborð á tí eina bátinum, segði aftaná, at politikkarar skuldu verðið tvingaðir til at róð kapp av og á. "After ten minutes we were a team" staðfesti hann fegin um túrin og eitt stórt upplivilsi ríkari.