06. juli 2018
Kommunan gjørt avtalu við Kemilux
Tórshavnar Kommuna hevur gjørt trý ára avtalu við Kemilux um sápu og reingerðarpappír til allar dagstovnar í Tórshavnar kommunu.

Í vár varð økið fyri sápu og reingerðarpappír fyri økið Børn og Ung í Tórshavnar kommunu boðið út. Av innkomnum tilboðum hevði Kemilux besta samlaða tilboðið, og ein samd fíggjarnevnd hevur valt at taka av tilboðnum frá Kemilux.

Avtalan, sum kemur í gildi frá 5. juli 2018, er gjørd sum rammuavtala og merkir, at somu prísir og avsláttrar eru galdandi, og at allir dagstovnar undir Børn og Ung í Tórshavnar Kommunu eru við í avtaluni, so leingi sáttmálin er í gildi.

Tórshavnar Kommuna fegnast um avtaluna við Kemilux og gleðir seg til at byrja samstarvið í tráð við nýggju avtaluna.