25. september 2018
FINA til Føroyar at góðkenna langhylin
Tann 10. oktober fer borgarstjórin Annika Olsen saman við umsitingini at hava fund við Joaquin Pujol, formann í FINA Facilities Committee (nevnd í Altjóða svimjisambandinum FINA), á Ráðhúsinum í Havn. Eisini luttaka umboð fyri Svimjisamband Føroya.

Endamálið við fundinum er at staðfesta, hvussu langhylurin verður gjørdur á ein slíkan hátt, at hann verður góðkendur til altjóða kappingar, ið ynski er at fáa til landið.

Í fjør varð avgjørt at útseta projekteringina eitt ár, orsakað ov nógvum virksemi og ov nógvum íløgum, men nú eru samráðingarnar tiknar upp aftur.

Umsitingin er í løtuni í holt við endaligar samráðingar um ráðgevarasáttmála við vinnandi ráðgevaratoymið. Endaliga uppskotið til sáttmála kemur fyri býráðið í november.


Býráðið skal longu nú hóskvøldið taka støðu til at játta 5 mio.kr. krónur til projektering.

Lesið meiri um verkætlanina her: https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1656