11. mars 2019
Ferðsluljósini í Føroyum verða tvífaldað
Nógva ferðslan í vesturbýnum krevur nýhugsan. Tí fara umfatandi broytingar fram á Marknagilsvegnum og Landavegnum. Og tí fer kommunan eisini at seta fleiri ferðsluljós upp, sum fara at skipa ferðsluna til gagns fyri koyrandi og fólk til gongu.

Samlað verða seks ferðsluljós sett upp kring Glasir og Skúlan á Fløtum. Hetta fer at tvífalda ferðsluljósini í Føroyum.

Frammanundan eru seks ferðsluljós í Føroyum – fýra í Havn og tvey uttan fyri Havnina. Nú stóra arbeiðið at betra ferðsluviðurskiftini í Marknagili fer fram, og seks ferðsluljós koma aftrat, verða íalt tólv ferðslusljós í Føroyum og tíggju í Havn.

Ferðslan er longu økt nógv í hesum parti av býnum, síðani Glasir lat upp í fjør summar. Og skjótt er Tónlistaskúlin klárur at taka í nýtslu og Skúlin á Fløtum liðugur á sumri 2020, og tá verður enn meira ferðsla. Ferðsluljósini og vegagerðin annars á Marknagilsvegnum fer at betra ferðslutrygdina, og tað verður skjótari at koma frá A til Á, tá ið arbeiðið er liðugt.