14. mars 2019
Søgulig samtykt: 94 leiguíbúðir á Argjum
Tey, sum vilja búgva til leigu, hava nógv at gleða seg til. Tórshavnar býráð samtykti á eykabýráðsfundi í kvøld at selja lendi undir Kongavarða til íbúðarbygging. Við hesari samtyktini er fyrsta stigið tikið til, at MARK kann fara undir at byggja 94 leiguíbúðir undir Kongavarða á Argjum.

Hetta er fyrstu ferð, kommunan hevur samtykt at bjóða út lendi eftir ávísum treytum, har privatir koma framat og byggja leiguíbúðir í høvuðsstaðnum.

Tað er einki yvir at dylja, at eftirspurningurin eftir bústøðum er stórur. Tí hevur kommunan arbeitt miðvíst við at fáa til vega fleiri búeindir. Og nú hendir av álvara nakað.

Tá ið verkætlanin er liðug, fara eini 200 fólk at flyta inn í nýggju íbúðirnar í Tórshavnar kommunu – alt leiguíbúðir til fólk, sum vilja búgva í høvuðsstaðnum.

Flestu íbúðirnar verða 60 fermetrar við tveimum kømurum. Haraftrat verða íbúðir við tveimum kømurum, sum eru 45 fermetrar umframt íbúðir við trimum kømurum, sum eru 90 fermetrar.

Tað var í fjør, at Tórshavnar kommuna bjóðaði lendið undir Kongavarða út alment til privatar. Ein treyt í útbjóðingartilfarinum var, at byggjast skuldi leiguíbúðir á økinum, sum er 10.500 fermetrar til víddar. Niðan fyri økið er raðhúsabygging, og oman fyri økið er Klingurstjørn og øll sethúsini, sum verða bygd har.

Leiguíbúðirnar verða gjørdar í trimum lonum, og byggingin er í trimum og fýra hæddum. Allar íbúðirnar á lendishæddini hava hátún, og allar íbúðirnar í ovaru hæddunum hava svala omaneftir.

Í útbjóðingartilfarinum tilskilaði Tórshavnar kommuna sær rættin at leiga 8 íbúðir til fólk eldri enn 67 ár.

Tórshavnar kommuna skipar í kvøld kl.19 fyri borgarafundi um íbúðarbyggingina. Fundurin verður í Skúlanum á Argjahamri.

Á økinum, har leiguíbúðirnar verða bygdar, verða 98 parkeringsbásar. Haraftrat verða gjørd 30 nýggj felags parkeringspláss til grannarnar.

Nú verður farið undir at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri økið og ætlaðu byggingina. Serstaka byggisamtyktin fer síðani til hoyringar.

Tey, ið vilja vita meira um verkætlanina og hava áhuga fyri at búgva í eini leiguíbúð undir Kongavarða, kunnu longu nú skriva seg upp til leiguíbúðirnar á Argjum á heimasíðuni mark.fo hjá MARK, sum byggja, eiga og umsita íbúðirnar.