14. mars 2019
32 nýggj dagstovnapláss ávegis á Argjahamri
Tørvurin á dagstovnaplássum er stórur, tí alsamt fleiri børn eru í Tórshavnar kommunu. Eitt øki, sum veksur nógv, er Argir. Tí verður Dagstovnurin á Hamrinum víðkaður soleiðis, at 32 nýggj pláss eru á stovninum, tá ið dagstovnurin í næstum verður bygdur út.

Talan er um eina nýggja stovu til vøggustovubørn og eina nýggja stovu til barnagarðsbørn. Á stovuni til vøggustovubørn verða 12 pláss, og 20 nýggj pláss til barnagarðsbørn verða gjørd.

Arbeiðið at byggja verandi dagstovn á Argjahamri út er boðið út í heildararbeiðstøku.

Verandi dagstovnur verður sostatt bygdur út við tveimum stovum. Byggitíðin er beint undir eitt ár. Gongst sum ætlað, er arbeiðið liðugt á sumri 2020. Tá er stovnurin umbygdur við umleið 400 fermetrum.