15. mars 0291
Ovurstórur áhugi fyri leiguíbúðunum
Tað floymir inn við umsóknum frá fólki, sum vilja búgva í íbúðarlonunum undir Kongavarða. Eftir bara hálvum samdøgri hava hálvthundrað fólk skrivað seg upp til eina leiguíbúð.

Tað var á eyka býráðsfundi í gjárkvøldið, at býráðið samtykti at selja lendi undir Kongavarða til íbúðarbygging. Nú verður serstøk byggisamtykt gjørd, sum tekur útgangsstøði í skipanaruppskotinum, sum FUGLARK hevur gjørt.

-Vit hava arbeitt miðvíst fram móti hesum. Vit gjørdu ein bústaðarpolitikk, sum skuldi fjøltátta møguleikarnar hjá fólki at seta búgv í høvuðsstaðnum. Og nú 94 privatar leiguíbúðir verða gjørdar, er av álvara latið upp fyri einum meira liðiligum bústaðarmarknaði, har eitt nú útisetar kunnu búgva fyrstu tíðina, tá ið tey flyta heim, har ungar barnafamiljur kunnu húsast og rúm er fyri eldri borgarum, ja, hetta er ein loysn til teirra, sum vilja búgva til leigu í høvuðsstaðnum, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

Stóri áhugin fyri at skriva seg upp til leiguíbúðirnar kemur longu áðrenn, endaligi prísurin fyri at leiga er kunngjørdur.

-Hetta eru leiguíbúðir til vanliga fólkið. Flestu íbúðirnar er 60 fermetrar við tveimum kømurum og eisini 45 fermetrar íbúðir við tveimum kømurum umframt íbúðir við trimum kømurum, sum eru 90 fermetrar. Vit fegnast um ovurstóra áhugan, sum longu er fyri at skriva seg upp til eina íbúð í íbúðarlonunum, sigur Gordon Rajani, stjóri í MARK.

Fyrstu íbúðirnar verða eftir ætlan lidnar í august 2020. Tá kunnu tey fyrstu fólkini flyta inn í spildurnýggjar leiguíbúðir undir Kongavarða.

Tey, ið vilja vita meira um verkætlanina og hava áhuga fyri at búgva í eini leiguíbúð undir Kongavarða, kunnu skriva seg upp til leiguíbúðirnar á Argjum á heimasíðuni mark.fo hjá MARK, sum byggja, eiga og umsita íbúðirnar.