06. apríl 2019
Røkka til fleiri borgarar enn nakrantíð
Bókasøvn hava havt sín týðandi leiklut í menningini í Føroyum seinastu mongu árini. Tey hava givið øllum javna atgongd til vita, og bókasøvnini hava verið eitt savnandi stað, har øll eru vælkomin, segði Gunvør Balle á føðingardegnum hjá Býarbókasavninum í gjár. Røðan var soljóðandi:

Stima vit afturá dagin, tá ið Býarbókasavnið læt upp í Niels Finsens gøtu, so er ein ómetaliga stór menning farin fram hesi árini. Talgildingin hevur kollvelt á so nógvum økjum. Soleiðis eru vit í dag knýtt at talgildingini bæði við hús og til arbeiðis. Bæði børn, ung og vaksin liva í og við talgildingini.

Talgildingin hevur eisini fevnt Bókasavnið. Tí her eru eisini munandi broytingar farnar fram. Men tað hugaliga í øllum hesum er at staðfesta, at vitjanirnar framhaldandi eru nógvar í miðbýnum. Ja, alsamt fleiri vitja inni her, hóast bókasøvn í øðrum londum eru stongd, tí fólk leita sær vitan og undirhald aðrastaðni.

Í Havn er mynstrið øðrvísi. Her søkja vit okkum sum aðrastaðni eisini vita á netinum. Men samstundis eru vit góð við hetta staðið, og okkum dáma tey tilboð, sum starvsfólkini her bóða.

Nógvu vitjanirnar við gongugøtuna boða frá, at havnarfólk dáma væl innihaldið, sum tit starvsfólk borga fyri - bæði bøkur, bløð og tænastur á netinum. Her er ein serligur hugni millum børkurnar sama um vit eru á hæddini við føroyskum skaldskapi ella á hæddini, har børnini kunnu læna alt frá Mumuibókum til Harry Potter føroyskum.

--- --- ---

Økta virksemið inni á Býarbókasavninum kemst eisini av, at upplatingartíðirnar eru longdar, so tað ber til hjá borgaranum at sita her til kl.20 á kvøldi mánadag til hósdag. Bókasavnið er eisini opið bæði leygardag og sunnudag. Hetta er sanniliga ein góð tænasta til borgaran.

Hetta er samstundis eisini eitt greitt tekin um, at kommunan vil, at Býarbókasavnið er fyri øll. Og í dag kunnu vit øll játtandi siga: Ja, í miðbýnum er eitt nýmótans bókasavn, og her er rúm fyri øllum.

Býarbókasavnið er fólkabókasavn fyri børn sum vaksin. Hesin stovnur er ein púra natúrligur partur av gerandislívinum og mentanarlívinum í Havn og hevur samstundis tænt borgarum kring landið alt.

Nú Býarbókasavnið hevur 50 ár á baki, er hetta eitt kærkomið høvi at savnast og hátíðarhalda stovnin. Og samstundis hava bókavørðir við drúgvum arbeiðsroyndum í hesum hølunum ómakað sær at givið bók út um hesu fyrstu hálvu øldina hjá Býarbókasavninum. Tí tað er givið, at nógv tilfar hevur ligið goymt burtur í kassum, í mappum, á skjalagoymslum og ikki minst í minninum hjá teimum mongu, sum hava arbeitt á Býarbókasavninum.

Mær er sagt, at nýggja bókin er bæði spennandi og stundum skemtingarsom og undranarverd frásøgn um eitt bókasavn í havnargøtum, sum hevur verið so mongum havnarborgara og føroyingi eitt serstakt stað við nógvum góðum minnum.

Í 1970’unum búðu umleið 12.000 fólk í Havn. Býurin vaks nógv, og tí varð eisini víðkað um hølisumstøðurnar fyri at fylgja við vaksandi fólkatalinum. Og síðani eru vit vorðin munandi fleiri fólk í kommununi soleiðis, at vit í dag eru góð 21.600 fólk í Tórshavnar kommunu.

Starvsfólkini á Býarbókasavninum gera eitt umráðandi arbeiðið. Tit skapa eitt opið rúm í býnum, har øll eru vælkomin. Tit knýta ættarlið saman. Tit bjóða øllum at savna seg og fara í dýpdina. Tit eru eisini fólkaræði og uppaling. Tí her kunnu foreldur lesa fyri børnunum, so tey læra at lurta. Og so fáa tey eitt ríkari mál. Og so kunnu tey tosa saman um upplivingarnar og seta orð á stórt og smátt. Men alt er ikki orð. Tí í tøgnini á bókasavninum er eisini eitt virðismikið virði. Tit loyva tí ósagda framat og tora at lata smáu løturnar fáa frið – løtur, sum ikki reypa og ikki gartera, men bara eru og í sínum stillisliga sinni skapa álit borgaranna millum.

Býarbókasavnið røkkur á sínum 50 ára degi út til fleiri borgarar enn nakrantíð. Tað er hugaligt, og mín vón er, at komandi 50 árini fara at verða eins góð og hendingarík sum tey undanfarnu.

Politiskt eri eg sannførd um, at hesin týðandi mentanarstovnur í Tórshavnar kommunu framhaldandi fer at hava góða vælvild frá býráðnum, segði Gunvør Balle, varaborgarstjóri, at enda.