08. apríl 2019
“Savnið hjá Birgari” opið í apríl
Birgar Johannessen lat í fjør Tórshavnar býarsavni allar lutirnar í privata savni sínum. Framsýningin hjá Birgari stendur í gamla Tórs Kafeteria eitt stutt bil afturat, tí leigumálið gongur skjótt út.

Í hesum sambandi verður opið hvønn dag frá 8. apríl til 3. mai millum kl. 14 – 17. Skúlar og stovnar eru vælkomnir at vitja fyrrapartin.

Arbeitt verður við at útvega Tórshavnar býarsavni høli til fast framsýningarvirksemi, og lutirnir frá Birgari verða partur av føstu framsýningini hjá býarsavninum.