10. apríl 2019
Almennur fyrilestur um sorg
Almennur fyrilestur um sorg verður mánadagin 6. mai kl. 19.00 í Auluni í Finsen í Havn. Kendi danski fyrilestrarhaldarin, journalisturin og P1 verturin, Esben Kjær, fer at halda fyrilesturin “Sorgen er en kraft”.

Esben misti sonin hjá sær av krabbameini fyri sjey árum síðan. Hann hevur arbeitt nógv við evninum sorg. Hann hevur gjørt sjónvarpssendingar, givið út bók, hildið fyrilestrar, luttikið í almenna kjakinum um sorg og um sorg skal staðfestast sum ein sálarsjúka.

Tað er ókeypis at koma til fyrilesturin. Fyrilesturin verður í Auluni í Finsen í Havn, og av tí at har er avmarkað pláss, mást tú boða frá, ætlar tú tær til fyrilesturin.

Boða frá á kmf@krabbamein.fo ella ring á telefon 317959.

Øll eru vælkomin.
Stuðlað fyrilestrinum hevur Team Rynkeby Føroyar-grunnurin hjá Krabbameinsfelagnum.