12. apríl 2019
Skráin til Summartónar 2019 klár
Aftur í summar ber til at hoyra fjølbroyttar tónar kring allar Føroyar. Hetta er 28. ferðina, skipað verður fyri Summartónum.

Fyrsta konsertin verður 1. juni, tá ið Ken Jones (trompet) og Birgitte Schnakenburg (klaver) fara at spæla klassiskan tónleik í Finsen í miðbýnum í Havn.

Og seinasta konsertin verður 29. august, tá ið Lützen's Jazz Band við Jákupi Lützen(fiól), Herlufi Lützen (gittar), Arnoldi Ludvig (bass) og Rógva á Rógvu (trummur) spæla í Blábar í Niels Finsen gøtu í miðbýnum.

Atgongumerki til konsertirnar eru eitt nú at fáa á nordlysid.com, guidetofaroeislands.fo og gjaargardur.fo

Kagar tú í skránna, ber til at hoyra bæði føroyskar tónleikarar og tónleikarar uttan úr heimi. Sí skránna her