12. apríl 2019
Ferðavinnan gevur føroyingum sjálvsálit og áræði
Norðurlendksir ferðaleiðiarar vitja í Føroyum í løtuni. Í kvøld hevur móttøka verið fyri teimum í Mullers Pakkhúsi, har Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, beyð teimum vælkomnum til høvuðsstaðin.

Og tað er ein vinna í fagrasta blóma, sum Gunvør Balle errin kundi vísa gestunum á. Her eru brot úr røðuni, sum varaborgarstjórin bar fram í kvøld.

- Føroyar eru eitt einastandandi stað við bergtakandi náttúru og ótrúligum upplivingum, sum bara bíða eftir at verða royndar.

- Steyrrøttu bjørgini, sjóðandi sjógvurin og vindbardu fjøllini. Jú, sanniliga hava vit eitt serstakt land, sum nú gerst alsamt sjónligari úti í heimi. At uppliva Føroyar er hjá summum vorðið nakað, tú mást royna. Hetta gevur eisini føroyingum eitt nýtt sjálvsálit og áræði, sum vit bara kunnu fegnast um.

- Tað er hugaligt og umráðandi, at tað gongst ferðavinnuni væl. Hon skapa einar betri Føroyar og nýggj varandi arbeiðspláss. Nú snýr tað seg um at gera alt fyri, at henda vinnugreinin kann gerast okkum eitt støðugt búskaparligt bein at standa á.

- Nú gera vit nógv fyri, at vinnan gerst okum burðardygg beint nú og á longu leiðini, segði Gunvør Balle millum annað, tá ið móttøka var fyri norðurlendsku ferðaleiðarunum í kvøld.








Gunvør Balle, varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og Jógvan Thomsen, formaður í Føroya Ferðaleiðarafelag.