06. mai 2019
Stuðul úr grunnum
Hiðani og fram til 3. juni ber til at søkja um stuðul til handarbeiðsmentan og –útbúgving og stuðul til útbúgving innan solosang.

Á hundraðára føðingardegi Sonnu av Skarði tann 19. apríl 1976
stovnaði Tórshavnar kommuna „Minnisgrunn Sonnu av Skarði“.
Endamál grunsins er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og
føroyska handarbeiðsmentan og veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving
í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, ráðgeva, telefon
30 20 10.

Umsókn viðupplýsingum um útbúgving og framtíðar ætlanir í
tóvirkisútbúgving skal sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32,
FO-110 Tórshavn ella á torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin
3. juni 2019. Merkið umsóknina „Minnisgrunnur Sonnu av Skarði“.

Sanglegat til minnis um Sonnu Dahl Waagstein


Sanglegatiðletur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur og
sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi.

Meiri fæst at vita um stuðulin frá Jákupi Simonsen, ráðgeva, telefon
30 20 10.

Umsóknir skulu sendast Tórshavnar kommunu, Postrúm 32, FO-110
Tórshavn ella á torshavn@torshavn.fo, í seinasta lagi mánadagin 3. juni
2019. Merkiðumsóknina „Sanglegatiðtil minnis um Sonnu Dahl
Waagstein“.