06. mai 2019
STÓR UNDIRTØKA FYRI GENTUTILTAKI Í KLUBB 188
Síðani 2015 hevur ungdómshúsið í Hoyvík – KLUBB 188 - skipað fyri árligum gentutiltaki. Í ár var einki undantak. Leygardagin 4. mai var dagurin, og vóru næstan 40 gentur úr 7. flokki og eldri við til ársins ‘girlsnight’. Gleðiligt var at síggja, at gentur komu úr stórum parti av kommununi, m.a. úr eystur- og vesturbýnum, Argjum og Hoyvík.

Hølini í ungdómshúsinum vóru ikki at kenna aftur, kvinnuligu starvsfólkini hava í fleiri vikur fyrireikað tiltakið, og tað sást týðuliga aftur, har hvør smálutur var væl gjørdur, og hølini sera hugnaliga innrættað við reyðum teppi, ljósi, glimmuri og nógvum øðrum.

Skráin byrjaði tíðliga seinnapartin, har genturnar fingu kunning um tiltakið, síðani varð farið við bussleiðini oman á Háls, har genturnar høvdu møguleika at royna seg í dansi, ið eitt av starvsfólkunum stóð fyri.

Komnar aftur í KLUBB 188 var borðreitt við leskiligum pitabreyði. Meðan etið bleiv, var ymiskt undirhald á skránni, har genturnar m.a. skuldu royna seg í alternativari ‘lagkøkusamling’, sangi og visuellari spurnarkapping.

Kvinnuligu starvsfólkini høvdu við nærlagni og dugnasemi innrættað og fyriskipað nøkur rúm, har genturnar – við vegleiðing frá starvsfólkunum, kundu royna síni kynstur at seta hár, leggja smyrsl og gera negl.

Eisini skuldu tær í bólki royna teirra kynstur sum sniðgevar, har tær evnaðu kjólar, sum síðani blivu vístir fram í mótasýning áðrenn kvøldið endaði.

Gjøgnum alt kvøldið høvdu genturnar atgongd til hitapott og sauna uttanfyri KLUBB 188.

Tá tiltakið endaði var sjón fyri søgn, at genturnar sera væl nøgdar og takksamar fyri tiltakið.

Eitt av endamálunum við tiltakinum var, at genturnar í stuttligum og tryggum felagsskapi, fingu nakrar upplivingar, har relatiónir blivu røktar, og nýggjar relatiónir blivu skaptar.

KLUBB 188 gongur móti 10 ári og hevur ungdómsvirksemið øll hesi árini hildið til í somu hølum sum Frítíðarskúlin í Hoyvík.

Opið er 3 kvøld um vikuna:

Týskvøld 19.00-23.00,
Fríggjakvøld 19.00-02.00
Leygarkvøld frá kl. 19.00-02.00.

Opið er fyri ungdómi úr 6. fl. til 18 ár. (6. fl. kann vera í KLUBB 188 tveir teir fyrstu tímarnar týskvøld og til kl. 22.00 í vikuskiftunum), og eru øll vælkomin.

Bjarni Beder, leiðari, vissar um, at fyrireikingarnar til eitt tiltak bara fyri dreingir eru so smátt farnar í gongd. Tiltakið verður eftir ætlan í einaferð í heyst.

Meira um KLUBB 188 sæst á Facebook HER