09. mai 2019
Havnin gerast William Heinesen-ikonbýur
Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur saman við ymsum áhugapørtum arbeitt við ætlan um at taka lut í altjóða ikonbýarsamstarvi á mentamálaøkinum, har Havnin verður sokallaður William Heinesen-ikonbýur.

Í hesum sambandi vitjaðu Bergur Rønne Moberg, lektari á Fróðskaparsetrinum, og Anne Klara Blom, lektari á H.C. Andersen Centret á Syddansk Universitet, kommununa, har Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, tóku ímóti.

Nógvir býir í Evropa eru partar av ikonbýarsamstarvinum, har tey á skipaðan hátt heiðra einum týðandi og heimskendum listafólki, sum hevur serligt tilknýti til býin.

Odense hevur sjálvandi H.C. Andersen. Í Noregi er Skien ikonbýur fyri Ibsen, Vimmerby í Svøríki er fyri Astrid Lindgren, og Salzburg í Eysturríki er fyri Mozart.

Hetta verður gjørt bæði fyri at styrkja samleikan og stoltleikan hjá býnum sjálvum, men eisini sum liður í mentanarferðavinnuni, har miðlan og nýggj gransking eru týðandi tættir, og har býarrúmið eisini er pallur.

Odense er undangongubýur á hesum øki. Anne Klara Blom greiddi m.a. frá, hvussu Odense kommuna og Syddansk Universitet samstarva um H.C. Andersen ikonbýin, og hvussu altjóða netverkið millum ikonbýir er skipað, har tey fáa íblástur og deila royndir sínámillum.

Hon nevndi eitt nú, at stórur áhugi er millum vitjandi at ganga í fótafetum H.C. Andersens í Odense og síggja, hvar í býnum hann varð føddur, lesa brot úr yrkingum ella ævintýri á vegnum, og sum heild kunna seg um lív og virki hjá rithøvundanum.

Bergur Rønne Moberg, ið er serfrøðingur í virki William Heinesens, greiddi frá mongu møguleikunum at fáa William Heinesen meira fram í ljósið í býarrúminum, bæði sum liður í mentanarferðavinnuni, men eisini at draga til býin eitt nú størri granskingarráðstevnur. Týðandi partur er eisini at tryggja, at komandi ættarlið eisini kenna William Heinesen og tann týdning, sum virki hansara hevur havt og framhaldandi hevur fyri føroyskt mentalív og samfelag.

Fyri framman hjá kommununi er at fáa skipað neyðug samstørv um ikonbýarætlanina og leggja ætlanir fyri átøk og tiltøk. Í hesum sambandi vildu bæði Fróðskaparsetrið og H.C. Andersens Centret fegin samstarva og geva góð ráð um ætlanina at gera Havnina til William Heinesen-ikonbý.