10. mai 2019
Ískoytissáttmáli við Sp/f Gundurs Bussar undirskrivaður
Herfyri varð ískoytissáttmáli undirskrivaður við Sp/f Gundurs Bussar. Sáttmálin byggir á verandi sáttmála um busskoyring í Tórshavnar kommunu.

Avtalan fevnir um tíðarskeiðið frá 1. apríl 2019 - 1. apríl 2020. Sp/f Gundurs Bussar fara at reka alla bussleiðina í Tórshavnar kommunu fyri kr. 28.238.652 hetta tíðarskeiðið.

Tað vóru Annika Olsen, borgarstjóri, og Jákup Dam, formaður í Teknisku nevnd, sum vóru til staðar, tá ið ískoytissáttmálin bleiv undirskrivaður. 

Samstundis fekk Gundur Johanneson eitt prýðismerki frá Tórshavnar kommunu fyri álítandi og góða busskoyring seinastu nógvu árini.