05. juni 2019
Verkstova við Alexander Osterwalder
Fríggjadagin 31. mai skipaði Hugskotið fyri verkstovu við heimskenda íverksetaranum, teoretikaranum og mennaranum av Business Model Canvas, Alexander Osterwalder. Verkstovan varð hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.

Alexander er høvundurin handan bøkurnar Business Model Generation og Value Proposition Design, sum eru seldar í milliónum av eintøkum á 37 heimsmálum. Hann starvast harumframt sum ráðgevi hjá mætum fyritøkum sum Colgate, Mastercard og Microsoft.

Á verkstovuni luttóku 100 íverksetarar, umboð úr føroyska vinnulívinum og onnur við áhuga fyri íverksetan.

At ein maður sum Osterwalder setti tíð av til at koma til Føroyar var sera forkunnugt og var hetta ein heilt serstakur møguleiki hjá føroyska vinnulívinum og teimum, sum fáast við íverksetan, at tilogna sær vitan um strategisku amboðini Business Model Canvas og Value Proposition Canvas frá manninum, sum hevur ment hesi amboðini.

Alexander Osterwalder hevur regluligar altjóða verkstovur í býum sum London, Boston og Berlin og hevur verið gestarøðari á víðagitnu universitetunum Wharton, Stanford, Berkeley og MIT - og nú hevur hann eisini havt verkstovu í Føroyum.