06. juni 2019
Søgulig mótasýning Mentanarnáttina
Tórshavnar býarsavn skipar fyri søguligari mótasýning í Müllers Pakkhúsi Mentanarnáttina. Tvær sýningar eru. Tann fyrra er kl. 19.30 – 20.00 og seinna sýningin er kl. 20.30 – 21.00.

Á mótasýningini fara vit at síggja og hoyra, hvussu havnarfólk gingu ílatin frá umleið 1920 til 1970-árini.

Umframt at lýsa føroyska mótasøgu í eina hálva øld lýsir sýningin eisini altjóða rák, samfelagsmenning og livikor í Havn í hesum tíðarskeiði.

Frásøgufólk er Ria Tórgarð. Ókeypis atgongd.