06. juni 2019
Stuttleikir á Tórsbreyt sunnudagin 14 til 16
Tiltakið er serliga ætlað teimum undir 11 ár, sum vilja sleppa at royna seg á einum kappingarvølli, uttan at umstøðurnar eru stressandi. Úrslitið telur, men hesaferð bara til stuttleika.

Allir íðkarar fáa skreytblað um teir fáa eitt skrásett úrslit í greinunum bóltkasti, longdarlopi og 50 metra renning. Leikirnir eru frá 14 til 16 og telmelding fer fram á staðnum frá kl 13.30 til 15.30. Kostnaður 50 krónur.

Øll eru vælkomin, børn, foreldur og familja.