07. juni 2019
Oyggjadagur 15. juni
Nú ber til hjá tær og tínum at keypa atgongumerki til Oyggjadagin 2019. Atgongumerkini eru til keyps í Steinatúni.

Skráin Oyggjadagin 2019 sæst HER 

Velur tú túr 1, 2 ella 3, verður farið av Gomlurætt ávikavist kl. 08.00, 10.00
og 12.00, og síðani skalt tú halda teg neyvt til skránna fyri túrin.

Kostnaðurin fyri túrin er kr. 250,- fyri vaksin og kr. 175,- fyri børn undir 12 ár.

Velur tú túr 4, verður farið av Havnini við Ternuni kl. 12.30, og ætlanin er
at fara úr Nólsoy aftur kl. 19.25 ella 22.25 við Ternuni. 
Kostnaðurin fyri túrin er kr. 200,-

Velur tú túr 5, er fráferðin av Gomlurætt kl. 11.00 og heimferðin úr Koltri
kl. 15.00. Kostnaðurin fyri túrin er kr. 250,-

Er veðrið ikki til vildar, verða túrarnir avlýstir og peningurin endurgoldin.
Íroknað kostnaðinum er flutningur millum oyggjarnar, gongutúrur við
ferðaleiðara, frásøgufólk í Koltri og bygdarhugni í Nólsoy við tónleiki og øðrum.

Matur og drekka er ikki íroknað kostnaðinum. Hetta fæst tó til keyps í
Hesti og Nólsoy. Í Koltri ber til at keypa drekkamunn og okkurt gott
til góman.