10. juni 2019
SKULU TIT VIÐ Í ÓLAVSØKUSKRÁNNA?
Ynskja tit at verða partur av ólavsøkuskránni í ár, so skal boðast frá á Sjálvgreiðsluni á torshavn.fo við at fylla út fráboðanarskjalið “Tilfar til ólavsøkuskránna”.
 
Gjørt verður vart við, at bert tiltøk innan ítrótt, undirhald, mentan o.l. koma við í skránna. Fyri at skráin ikki skal gerast ov rúgvismikil og fløkjaslig, verða matskráir, smærri sølubásar á gøtuni, upplatingartíðir hjá handlum o.l., ikki partur av skránni.