18. juni 2019
Vetrarfriðing og verkætlanir í gongd í bygdunum
Tórshavnar býráð hevur áður samtykt eina íløgujáttan fyri 2019, har 2,5 milliónir skulu nýtast til bygdirnar í kommununum. Henda upphædd skal nýtast bæði til vetrarfriðing, eitt nú í Kollafirði og í Nólsoy, og til smærri verkætlanir úti í bygdunum.

Umsitingin hevur í eina tíð arbeitt við einum raðfestingarlista, sum skal lýsa hvørjar verkætlanir, ið eru áhugaverdar at seta í gongd úti í bygdunum. Hesar verkætlanir eru deils komnar inn til kommununa sum umsóknir frá felagsskapum, men eisini eru tær komnar frá fundum, sum hava verið í teimum staðbundnu nevndunum.

Ætlanin er nú at fáa sett gongd á summar av hesum verkætlanunum. Verkætlanirnar hava allar á ein ella annan hátt øktan trivnaðarligan og mennandi týdning fyri lokalu økini. Mælt er nú til at játta pening til tríggjar smærri verkætlanir í bygdunum Hestur, Kirkjubø og Velbastað.

Talan er um 150.000,- kr til rekkverk í Hesti. Tilboð er innkomið frá Nomatek og er prísurin 182.500,- kr fyri 50 m, uttan mvg. Síðani er talan um 100.000,- kr til umvæling av bátadráttinum í Kirkjubø. Arbeiðið er mett til kr. 200.000,- kr. Og 100.000,- kr skulu nýtast til umvæling av bygdarhúsininum Sólarmagn á Velbastað.

Økis- og fíggjarnevndin hava samtykt at taka undir við tilmælinum, sum kemur fyri býráðið hóskvøldið.