18. juni 2019
Stórhøllin skal raðfestast
Til EM-undankappingina í hondbólti hevur føroyska hondbóltslandsliðið víst stóran stíl. Dystirnir móti Ukraina, Makedonia og ikki minst heimsmeistarunum, Danmark, bera boð um, at føroyskur hondbóltur av álvara hevur blandað seg í heimselituna.

- Tað er tó rættiliga harmiligt, at okkara landslið ikki fær spælt sínar heimadystir í Føroyum, orsakað av, at hølisviðurskiftini ikki lúka altjóða krøv. Tað er lítið at ivast í, at úrslitini meira kundu fallið í okkara lut, um so var, at heimadystirnir vórðu spældir í Føroyum, heldur enn í onkrar tilvildarligari høll í Danmark. Umframt at støðan als ikki er nøktandi fyri okkara hondbóltslandslið, so er hetta eisini ein dyggur fíggjarligur smeitur fyri Hondbóltssambandið, at ongin heimadystur kann spælast í Føroyum, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.

- Eins og hondbóltslandsliðið hevur heystað nógv góð úrslit, so síggja vit somu góðu gongd innan fleiri ítróttargreinar í Føroyum, so sum innan flogbólt, svimjing, frælsan ítrótt, badminton, fimleik v.m., har úrmælingar javnan vinna Føroyum heiður. Fyri at hendan menningin kann halda fram er neyðugt, at vit seta ætlaðu stórhøllina ovast á politisku dagsskránna; at land og kommuna og møguliga eisini privatir íleggjarar taka lógvatak saman um hesa høllina, sigur hon.

Stórhøllin á Stórutjørn

Í 2018 samtykti meirilutin í býráðnum at farast skuldi undir eina stórhøll á Stórutjørn. Farið er longu undir tær innleiðandi fyrireikingarnar og at greina neyðugu krøvini til høllina. Dentur skal leggjast á, at hendan høllin verður til allar viðkomandi ítróttargreinar, hondbólt, flogbólt, fótbólt, frælsan ítrótt v.m. Men ætlanin við høllini er eisini, at hon skal hýsa stórum ráðstevnum, messum, konsertum og øðrum.

- Vit í Tórshavnar býráð hava lagt eina strategiska menningarætlan fyri bæði ítróttina og fyri vinnuna, har vit ynskja at fáa fleiri altjóða kappingar og fleiri ráðstevnur til Føroya. At fáa altjóða kappingar til Føroya kastar nógvan pening av sær til feløgini, umframt at tænastuvinnan eisini fær ágóða av hesum. Tí er tað umráðandi, at ítróttarkarmarnir eru altjóða góðkendir. Farið er undir langhylin í Gundadali, har vit hava havt umboð frá FINA, altjóða svimjisambandinum, at góðkenna hylin. Vit byggja vestursíðuna av Tórsvølli, ið ger, at vøllurin verður góðkendur av FIFA, og herfyri samtykti Tórshavnar býráð einmælt at fara undir fyrsta og einasta golfvøll á Glyvursnesi.

- Í løtuni verða sjey gistingarhús bygd/útbygd í Tórshavn, og tí er tað umráðandi, at vit á ítróttarøkinum kunnu fáa vitjandi hendan vegin alt árið. Í hesari ætlan hevur stórhøllin ein avgerandi týdning.

Ferðavinnustrategi

- Umframt at vit raðfesta at fáa altjóða kappingar til Føroyar, so hava vit somuleiðis samtykt eina ferðavinnustrategi, har dentur skal leggjast á vinnuferðavinnu, har endamálið er at fáa ráðstevnur, messur, fundir o.a. til Føroya. Ein ráðstevnugestur leggur trífalt so nógv eftir seg, sum ein vanligur ferðandi pr. døgn, og tí er tað fíggjarliga burðardygt at raðfesta vinnuferðavinnuna. Afturat er vinnuverðavinnan eisini sosialt burðardygg, tí hon er við til at spjaða vitan og skapa neyðug sambond og netverk.

- Tí gevur tað meining, at vit sum skjótast fara undir at byggja eina stórhøll við Stórutjørn. Skal ein slík stórhøll gerast, er neyðugt at landið spælir við. Landið kundi hóskandi byrjað við at avtikið meirvirðisgjaldið, ið kommunurnar skulu rinda í sambandi við bygging av ítróttaranleggum. Landið rindar onki meirvirðisgjald av sínum útbyggingum, meðan kommunurnar, ið standa fyri meginpartinum av øllum ítróttarútbyggingum, skulu rinda 6,25 %. Hetta hevði hjálpt munandi um hjá kommununum.

- Vit hava tíverri alt ov ringar royndir av skundloysnum. Latið okkum tí taka lógvatak saman og fáa eina stórhøll til øll, og sum kann vara nógv ár fram í tíðina. Stórhøllin skal vera til allar føroyingar alt árið runt. Stórhøllin er ikki bara til høvuðsstaðin, tí stórhøllin skal vera ein høll fyri øll, sigur Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.