03. juli 2019
Nýggj byggisamtykt fyri Hest
Endiliga verður nú aftur møguleiki at byggja sethús ella summarhús í Hesti, nú nýggj byggisamtykt er ávegis. Tórshavnar kommuna fær av og á umsóknir um keyp av grundstykki í Hesti, men av tí at eingin byggisamtykt hevur verið í Hesti, hevur m.a. ikki borið til at avgreiða byggimál og matrikkulmál í Hesti.

Umsitingin hevur tí arbeitt við byggisamtyktini og uppskot til byggisamtykt fyri Hest er nú klárt. Byggisamtyktin skipar fyrst og fremst bygdina í øki í mun til verandi viðurskifti, harumframt eru tvey nýggj øki – eitt bústaðarøki og eitt summarhúsøki.

Nýggja bústaðarøkið er staðsett eitt sindur norðan fyri bygdina, ímillum verandi sethús og kirkjugarðin og beint sunnanfyri bygdina er eitt grundøki, 3300 m2 til støddar, ið Tórshavnar kommuna eigur. Talan hevur áður verið um at staðseta summarhúsøki á hesi ogn, og leggur skipanaruppskotið til byggisamtyktina somuleiðis upp til hetta.

Byggisamtyktin hevur verið til hoyringar við viðmerkingum frá Hest- og Koltursnevndini og komið er nú har til, at tekniski stjórin og leiðarin á byggi- og býarskipanardeildini mæla býráðnum til at góðkenna nýggja uppskotið til byggisamtykt fyri Hest. Málið kemur fyri á býráðsfundi hóskvøldið.