03. juli 2019
Eykabýráðsfundur verður í morginárini
Hósdagin 04. juli kl 09 er eykabýráðsfundur í Ingálvsstovu á Ráðhúsinum, ið samstundis er seinasti býráðsfundur áðrenn summarfrítíðina.

Á fundinum er onnur viðgerð av fleiri málum, eitt nú heildarloysnini fyri kommunulæknaviðtalurnar.

Á skránni annars er reglugerð fyri stuttleikabátar, nýggj byggisamtykt í Hesti, útstykkingar, m.a. í Kaldbak, og eitt nú nýggjur bátahylur í Álakeri.

Fundurin verður vegna umvælingararbeiði í býráðssalinum ikki stroymdur á heimasíðuni.