04. juli 2019
Víðkað øki til viðarlund í Havnardali
Sohvørt býurin veksur veksur eisini tørvurin á frílendum, viðarlundum og náttúrufriðaðum økjum, har fólk kunnu njóta friðin og koma burtur frá meldrinum eina løtu.

Tí hevur kommunan m.a. gjørt eina frílendisætlan fyri Havnardal, sum millum annað fevnir um framtíðar gróðurseting og menning, hetta við atliti at rekreativum økjum til heilsubót og fólkaheilsu sum heild hjá borgarunum.

Í gjár undirskrivaðu umboð fyri kommununa og skógfriðingarnevndina friðingarbræv um eitt øki í Havnardali. Økið er heimanfyri Sandvegin millum Sandá og Liasarveg, og umfatar tvær traðir, sum Axel Hansen bóndi velti í 1940’unum. Kommunan keypti traðirnar í 2005 fyri 2.4 mill. til frílendisbrúk hjá borgarunum í býnum.

Traðirnar liggja dygst heimanfyri Sandvegin. Har er fitt tjørn á økinum, um 1100 m2 til víddar. Nakað av trøum er gróðursett fram við Liasarvegi. Samtykt varð at skógarfriða økini á næstseinasta býráðsfundi.

Á myndini síggjast Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, Annika Olsen, borgarstjóri, og Jóhann Mortesen og Michael Jacobæus vegna skógfriðingarnevndina.