05. juli 2019
Svøríki – Føroyar á stórskíggja í Vágsbotni
Í kvøld kl 19.30 fer okkara einastandandi U17-manslandslið á vøllin í finaludysti móti Svøríki í European Open-kappingini í Gøteborg í Svøríki.

Dreingirnir hava klárað seg ómetaliga væl og hava vunnið allar dystirnar uttan dystin móti Ísrael, sum teir taptu tepurt.

Dysturin í kvøld verður spældur í tí stóru Scandinavium-høllini. Veðurstøðirnar lova turt og gott veður í Havn og Tórshavnar kommuna fer at vísa dystin beinleiðis á stórskíggja við trappuna í Vágsbotni kl 19.30

Í tí sambandi verður ongin gjøgnumkoyring í Vágsbotni frá kl 19 og til dysturin er liðugur. Øll eru hjartaliga vælkomin.