05. juli 2019
Veiting av skoytubreyt til komandi sesong
Tórshavnar kommuna fer ætlandi aftur komandi heyst/vetur at hava vælumtókta tilboðið at skoyta á Vaglinum. Ætlandi verður opið frá umleið 3. november 2019 til medio januar 2020.

Innbjóðing til at bjóða uppá veitingina av skoytubreytini er send til ymisk feløg, ið higartil hava gjørt vart við seg í sambandi við slíkar veitingar. Um onnur feløg eru, sum ynskja at bjóða uppá veitingina, er tað gjørligt at síggja tilfarið í viðheftu fílu.

Í august 2019 er eisini ætlanin at bjóða raksturin av skoytubreytini út og verður nærri lýst um tað tá.

​Eru spurningar ber til at venda sær til Ítróttaanlegg á t-post danjals@torshavn.fo ella 29 14 70.

Ice rink qoutation 2019.pdf