08. juli 2019
Tey ungu skikka sær væl á Voxbotn - men børn skulu ikki ganga drukkin
Tórshavnar kommuna hevur saman við fyriskiparunum, avvarðandi myndugleikum, samarittum og øðrum eftirmett ársins Voxbotn.

Mett er m.a. um trygdina í konsertøkinum, um uttandura skeinkingina og um støðuna, at nógv børn og ung eru drukkin.

Voxbotn hevur ábyrgd av viðurskiftum inni á konsertøkinum samsvarandi tilbúgvingarætlan, ið løgreglan hevur góðkent. Vaktarhaldið er skipað við útbúnum og lærdum vaktarfólki umframt sjálvbodnum. Aftrat eru samarittar, løgregla og sløkkimyndugleiki á staðnum.

Upplýst er, at samarittararnir hava havt fleiri skrásettar hjálparuppgávur í ár enn undanfarin ár (sí kunnandi teig niðanfyri). Sjúkrabilar høvdu tríggjar koyringar ein teirra vegna rúsdrekka.

Konsertøkið er roknað til at rúma 6.000 fólkum íroknað øll starvsfólk. Trygdin er væl skipað, men tað eru støður, har tað gerst ov trongt serliga beint framman fyri pallin.
Skeinkingin er skipað samsvarandi givnum loyvum. Avbjóðing er, at vaksin keypa fyri tey ungu undir 18 ár, og at drukkið verður nógv uttanfyri konsertøkið. Hetta er serliga galdandi fyri tey blaðungu – at tey koma drukkin oman í býin og inn á konsertøkið.

Fyribyrging
Hóast eftirmetingin annars bendir á, at tiltakið gekk væl at avgreiða, eru kommunan og fyriskipararnir samd um at gera trý fyribyrgjandi átøk til Voxbotn 2020, ið betra viðurskiftini:

- Ung undir 18 ár fáa serstakt atgonguarmband, ið lættir um aldursmetingina
- Á atgongumerkinum verður ávarað um, at sjónliga ávirkað fólk sleppa ikki inn á konsertøkið
- At plássið á konsertøkinum verður tillagað eisini í sambandi við, at kommunan í løtuni ger uppskot til at skipa Vágsbotn sum miðbýartorg.

Sjálvt um myndugleikar og felagsskapir í mong ár hava arbeitt miðvíst við rúsdrekkafyribyrging millum ung, so eru framvegis avbjóðingar við nøkrum blaðungum niður í 13-14 ára aldur, sum ganga drukkin í býnum eisini vikuskiftiskvøld.

Náttarravnarnir gera stórt sjálvboðið arbeiði millum hesi ungu í náttarlívinum, so at tey ungu eru trygg.

Í SSP-samstarvinum, ið er samstarv millum skúlar, kommunalu barnaverndartænastuna og ungdómsklubbarnar, politi og onnur, verða á hvørjum ári gjørd fleiri fyribyrgjandi átøk júst til næmingar í 12-15 ára aldri, har foreldrini eisini verða tikin við.

Tað skerst ikki burtur, at foreldur eiga eisini at taka á seg ábyrgd av sínum børnum, tí eingin vil hava, at børn ganga drukkin á havnargøtum.

Tórshavnar kommuna og Voxbotn

Hjálp frá samarittum á Voxbotn:

2019

68

2018

37

2017

35

2016

43

2015

29

 

Tørvur á hjálp frá samarittum á Voxbotn 2019:

Hjálp í 0-15 min

45

Hjálp ml. 15-60 min

17

Hjálp meira enn 60 min

6