16. juli 2019
Bussleiðin verður nú tillagað
Nú verða tillagingar gjørdar í ferðaætlanini hjá bussleiðini.

Ferðaætlanin, sum kom í gildi 1. apríl 2019, er nú eftirmett. Eisini hevur kommunan biðið borgarar um at koma við viðmerkingum og hugskotum, sum kundi betra um ferðaætlanina sum heild. Sjá bussleiðinar galdandi frá 22. juli.

Tillagaða ferðaætlanin verður sett í verk mánadagin 22. juli. Hesar tillagingar verða gjørdar.

Leið 1
Broytingin á leið 1 er í Hoyvík. Koyrt verður niðan eftir Løgmannabreyt, Karlamagnusarbreyt, Atlagøua og Løgmannabreyt, Klingruna og Vegin Langa og víðari eftir somu ferðaætlan.

Leið 2
Broytingin á leið 2 er á Hálsi. Koyrt verður oman eftir R. C. Effersøes gøtu, Gundadalsvegnum, Áargeil, Norðara Ringvegi aftur á Háls og aftur víðari eftir verandi ferðaætlan. Hesar broytingar á leið 2 gera, at sjálv farleiðin er longd. Tí fer nú aftur at bera til at skifta millum leið 1 og leið 2 í Steinatúni bæði á norðursíðuni og suðursíðuni.

Leið 3
Broytingin á leið 3 er henda. Tá ið bussurin kemur frá Hvítanesi, koyrir leið 3 eftir Vegnum Langa, niðan Millum Gilja, aftur eftir Vegnum Langa, Berjabrekku, á Háls og víðari eftir verandi ferðaætlan.

Leið 4
Broytingar á leið 4 er henda. Túrurin byrjar á Glasir, eftir Grønlandsvegnum, Steinatúni, á Háls, Berjabrekku, Undir Brúnni, Varðagøtu, Dalavegnum og endar á Glasir.

Leið 5
Leið 5 koyrir eftir somu ferðaætlan

Leið 6
Broytingin á leið 6 er henda. Tá ið bussurin kemur úr Kaldbak endar túrurin við Trapputrøðna/SMS heldur enn við Svimjihøllina.

Eisini eru gjørdar nakrar rættingar í minuttølunum á teimum flestu leiðunum.

So leingi arbeitt verður á Landavegnum, koyra leið 5 og 6 ávikavist eftir Grønlandsvegnum og Dalavegnum og víðari eftir ferðaætlanini.

Síðstu viku í august mánað fara fólk frá kommununi at seta talvurnar upp við busssteðgistøðini kring alla kommununa.