26. juli 2019
Listarbrøgd og veggjaprýði
Tórshavnar Kommuna hevur í ár fyri fyrstu ferð skipað fyri verkætlanini “Listarbrøgd”. Hetta er nýtt átak, ið er ætlað at verða afturvendandi.

Listarbrøgd snýr seg um at prýða húsaveggir, garðar, vegir, økir v.m. í miðbýnum.
Talan er um fyribilslist. Hetta merkir, at listaverkið ikki verður varðandi, men verður at síggja í eitt avmarkað tíðarskeið.
 
Í ár snýr Listarbrøgd seg um at prýða veggin á Posthúskjallaranum í Tórsgøtu. Fýra listafólk vóru boðin at gera uppskot til at prýða Posthúskjallaran.

Dómsnevndin avgjørdi at velja uppskotið hjá listamanninum Bárði Dahl Christiansen, “Tíðin – Ein ferð úr fortíðini til einaferð” Bárður hevur valt at hugleiða um tíðina, og lýsir verkið í stuttum:

- “Tíðin” er ein røð av myndum, har eg havi roynt at hugleitt um essensin av tíð sum ein ítøkilig áhaldandi gongd, men eisini sum eitt abstrakt og hugtoykt fyribrigdi, har ymiskar hugsanir og hendingar hittast í brotum og stubbum í einari tilgjørdari verð.

- Hetta er ein søga, ið ikki hevur ein loknan enda. Enn. Hetta er ein roynd at sameina tað farna við samtíðina, meðan hugleitt verður um framtíðina.