01. august 2019
HER ER OVASTEVNUSKRÁIN
Tiltøkini í sambandi við ovastevnuna í ár byrja longu í morgin. Hópur av tiltøkum eru, m.a. fara nólsoyingar at spæla kabarettina ”Nøxit the last stand”. Leygardagin verður m.a. svimjitreff og rennikapping og nógv annað á skránni. Samlaða skráin sæst niðanfyri.


Fríggjadagin 2. august

10:00 Kunningarstovan og kafe’in Gimburlombini er opin til kl. 17:00
13:00 Maggies er opið til kl. 00:00
14:00 Heimavirkið er opið til kl. 17:00
15:00 Kaffistovan er opin til kl. 03:45
19:00 Tjaldið á keiini letur upp, opið til kl. 04:00
20:00 Kabarettin ”NØXIT the Last Stand” í Royndarhúsinum, atgongumerki 100 kr
20:00 Moirae spælir á Maggies
21:00 Kunningarstovan selur fiskasuppu í tjaldinum á keiini, til kl 01
21:00 Aftankvirra í Nólsoyar kirkju
21:30 Sálmasangur og andakt við Hanusi Pál Jógvansson, í Nólsoyar kirkju
23:00 Fourmenh spæla til dans í tjaldinum á keiini.

Leygardagin 3. august

09:00 Matvørubúðin letur upp, opið til kl. 20:00
10:00 Morgun-svimjitreff á Malarenda
10:00 Kafe’in Gimburlombini er opin og selur mat og drekka til kl. 04:00
11:00 Rennikapping úti á Veg
11:30 ”Dyrkið framtíðina” – eitt prát um burðardygd og lokala grønmetisframleiðslu við Maud, á Mýrini 13.
12:00 Grýturætturin hjá Poulu fæst til keyps á keiini
12:00 7D-biografur letur upp úti á Veg, opið til kl. 00:00, 60 kr
12:15 Heiðursmerkjahandan til rennarar á keiini
13:00 Maggies er opið til kl. 04:00
14:00 Jóhann Mortensen, útvarpsmaður, setur stevnuna undir Mikkjalsveggi, Havnar hornorkestur spælir
14:00 Kafe á keiini – 18x á Glasi selur, til kl. 22:00
14:00 Bygdasavnið við Brunn er opið til kl. 17:00 – kostnaður 30 kr.
14:30 Barna- og familjutiltak á Malarenda til kl. 18:00
14:30 Barnabasarur – børn selja úti á Veg
14:30 Kvinnu-fótbóltsdystur á Mýrini
15:00 Tjaldið á keiini er opið til kl. 04:00
15:00 Spæliplássið á Látrinum er opið til kl 18:00.
15:00 Fiskasuppa í neystinum við kunningarstovuna til kl. 04:00
15:00 Gongutúrur í bygdini við Jógvani Thomsen, byrjað verður uttanfyri Kunningarstovuna.
15:00 Listaframsýning við lokalum listafólkum í Avhaldshúsinum
15:00 Regatta’in kemur til Nólsoyar
15:00 Pylsuvognurin er opin til kl. 04:00
15:00 Matvognur selur mat úti á Veg.
15:00 Kaffistovan er opin og selur mat og drekka til kl. 03:45
15:00 Heimavirkið er opið
15:00 Fótbóltsdystur millum tónleikarar, á Mýrini
16:00 Ølsmakking í tjaldinum á keiini – Okkara bryggjari greiðir frá
16:00 Boing-bóltar á Mýrini
16:00 Yrkingar og tónar í Avhaldshúsinum.
16:30 Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini
18:00 Kabarettin ”NØXIT the Last Stand” í Royndarhúsinum, atgongumerki 100kr
18:30 Dánjal á Neystabø og Búi Dam syngja og spæla fyri børnum á keiini
18:30 Svimjing um Nólsoyarfjørð – fyrsti svimjarin væntast í Nólsoy uml. kl. 20:00
19:30 Finnur Koba spælir á keiini
20:00 Kabarettin ”NØXIT the Last Stand” í Royndarhúsinum, atgongumerki 100kr
20:00 Eyðun Nolsøe - spælir á Maggies – ókeypis atgongd
21:00 Carl Johan Jensen, rithøvundur, skjaldrar á keiini
21:45 Heiðursmerkjahandan til svimjarar á keiini
22:00 Felagssangur á keiini
23:00 Føroyskur dansur í Avhaldshúsinum
23:00 Kim Hansen og Jens Marni Hansen spæla í tjaldinum á keiini
00:00 Dansur í Royndarhúsinum við Rannvá Vesturklett, Jóannesi Jakobsen og Árna Andreasen, 100 kr

Sunnudagin 4. august


12:00 Guðstænasta við Emil Olsen, presti
14:00 Kaffistovan er opin til kl. 23:45
15:00 Maggies er opið til kl. 24:00
20:00 Kabarettin ”NØXIT the Last Stand” í Royndarhúsinum, atgongumerki 100kr

Mánadagin 5. august

10:00 Kunningarstovan er opin til kl. 17:00
13:00 Maggies er opið til kl. 24:00
14:00 Heimavirkið opið til kl. 17:00
14:00 Pylsuvognurin opin
17:00 Kaffistovan er opin til kl. 23:45
20:00 Kabarettin ”NØXIT the Last Stand” í Royndarhúsinum, atgongumerki 100 kr