01. august 2019
Regattain endar eisini í Nólsoy
Fríggjadagin 2. august verður árliga regattasiglingin av Eiði til Hósvíkar, har motorbátar sigla til Hósvíkar kl. 17:45 og árabátar loysa kl. 17:00. Tað er Hósvíkar Róðrarfelag, sum skiåar fyri.

Í Hósvík eru nógv stuttlig tiltøk, undirhald og góður matur og sjálvandi góður bryggjudansur. Í tónaneystinum vera Hanus G. Johansen og Ester Kristiansen. Seinni verður felagssangur, og eftir felagssangin kemur Emil Olsen at halda eina røðu.

Sum tað sær út nú, so verður stilli og turt leygardagin, so helst fara sum vant nógvir av bátunum víðari úr Hósvík til Nólsoyar á ovastevnu.Vanligt er at bátarnir koma til Nólsoyar um middagsleitið.