05. august 2019
Talgilda tín bý
Arbeiðir tú við einum hugskoti til eina talgilda loysn, sum ger býin snildari, betri ella burðardyggari? Ella hevur tú eitt talgilt hugskot, sum ger gerandisdagin lættari, snildari ella skjótari?

So kanst tú søkja um at luttaka í verkætlanini Talgilda tín bý, sum verður í Hugskotinum frá 9. september til 28. oktober, har tú fært møguleika at arbeiða við tínum hugskoti í sjey vikur.

Tær útvaldu verkætlanirnar fáa:
• Ókeypis innivist í Hugskotinum í sjey vikur frá 9. september til 28. oktober
• Ókeypis ráðgeving og sparring við vinnuna

Harumframt verða verkætlanirnar lagdar fram fyri viðkomandi íleggjarum og møguligum samstarvsfelagum á tiltakinum Vinnuforum 28. oktober í Sjóvinnuhúsinum. Eisini fáa luttakararnir høvi at vísa síni úrslit á altjóða ráðstevnuni Smart City, sum verður í november.

Endamálið við verkætlanini er at stimbra uppundir, at talgildar loysnir verða mentar til ymiskar tænastur í býnum, sum kunnu gera býin betri, snildari og burðardyggari ella gera gerandisdagin lættari, snildari ella skjótari. Tað kunnu t.d. vera loysnir, ið kunnu betra um vælferðartænastur, útbúgving, mentan, frítíð, ferðslu og býarskipan annars. Tað kunnu eisini vera talgildar loysnir, sum kunnu útflytast til onnur øki ella lond.

Dømi um slíkar talgildar verkætlanir kunnu t.d. vera:
• talgild loysn, sum ger ferðsluna skjótari og grønari
• talgild loysn, sum minkar um ljóðdálking
• talgild loysn, sum skipar ferðavinnuna skynsamari
• talgild loysn, sum minkar um orkubrúk
• talgild loysn, sum eggjar til býtisbúskap (sharing economy)
• talgild loysn, innan heilsu- og røktarøkið
• talgild loysn, innan samskifti
• ella okkurt heilt annað

“Talgilda tín bý” er skipað sum ein íverksetaradíkjari, á enskum nevnt “start up accelerator”. At átakið er skipað sum ein íverksetaradíkjari merkir, at luttakararnir arbeiða við sínari verkætlan í sjey vikur í Hugskotinum, har tey luttaka á verkstovum og fáa køna vegleiðing frá mentorum úr vinnulívinum. Verkætlanin endar við, at íverksetararnir leggja síni úrslit alment fram fyri møguligum íleggjarum og samstarvspørtum á Vinnuforum 28. oktober. Harumframt fáa luttakararnir eisini høvi at leggja síni úrslit fram á altjóða ráðstevnuni Smart City, sum verður í november.

Øll, sum hava áhuga í at arbeiða við sínum talgilda hugskoti ella verkætlan, eru vælkomin at søkja um luttøku á hesum leinki: https://hugskotid.fo/tilmeldingtalgildatinby

Umsóknarfreistin er 23. august 2019 kl. 12.00.

Vilt tú vita meira um verkætlanina, kanst tú seta teg í samband við Hugskotið á hugskotid@torshavn.fo ella tel. 289333.