06. august 2019
Nú verður bara bíðað eftir asfalti
Ferðsluljósini við vegamótið Hvítanesvegur og Eystari Ringvegur vórðu tikin í nýtslu fyri ólavsøku í fjør, eftir at arbeitt hevði verið í nógv ár við at finna eina loysn á trupulleikunum á vegamótinum Hvítanesvegur - Eystari Ringvegur.

Endamálið við ferðsluljósunum var at lætta um ferðslutrupuleikarnar, sum eru við hetta vegamótið, serliga á morgni og seint seinnanpartin. Men seinni parturin av hesum arbeiði – at breiðka vegirnar – er núststaðni gjørdur.

Vónað varð at fáa arbeiðið liðugt til ólavsøku, men orsakað av troti á asfalti verður arbeiðið ikki liðugt fyrrenn seinni í august. So skjótt asfalterað verður verða kantsteinar lagdir, og nevnast kann, at bæði gongu- og súkklubreyt verður í nýggju høgrasvingsbreytini, sum fer frá ringvegnum yvir í Hvítanesvegin.