08. august 2019
Síðsta freist hjá lesandi uttanlands at koma á vallista í Tórshavnar kommunu
Lesandi uttanlands hava valrætt til løgtingið, um tey annars lúka treytirnar fyri valrætti til løgtingið, og um tey frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásett í fólkayvirlitinum í Føroyum í minsta lagi 5 ár tilsamans.

Fyri at kunna atkvøða er neyðugt at verða skrásettur á vallista.

Lesandi uttanlands verða eftir áheitan upptikin á vallistan í teirri kommunu, har tey seinast hava verið skrásett í fólkayvirlitinum.

Síðsta freist at lata umsókn inn í Snarskivuni er nú fríggjadagin 9. august 2019. Snarskivan hevur opið frá kl. 9.00-15.00.

Eisini ber til at senda kommununi umsóknarblað um tpost torshavn@torshavn.fo til og við leygardagin 10. august 2019.

Umsóknarblað fæst teldutøkt HER og í Snarskivuni.