20. august 2019
Spennandi valfundur í Tilhaldinum hósdagin
Øllum kunnugt verður løgtingsval 31. august og valfundir verða hildnir um alt landið. Í hesum sambandi verður eisini valfundur í Tilhaldinum í Havn hósdagin 22. august kl 15.

Áhoyrararnir fáa høvið at hitta eitt valevni úr Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrinum, Tjóðveldi, Framsókn og Miðflokkinum.

Á skránni verður m.a., hvat politikkararnir hava at bjóða teimum eldru og hvørja hugsan teir hava um pensjón, arbeiðsmarknað og bústaðarviðurskifti.

Orðstýrari verður Óluva Zachariassen.