29. august 2019
Kirkjugarðurin í Hoyvík vígdur
Í gjár seinnapartin varð kirkjugarðurin í Hoyvík vígdur. Hans Petur Joensen, gravari, beyð vælkomin og síðan fór mannfjøldin syngjandi gjøgnum avbera vakra garðin. Theodor Eli Dam Olsen prestur vígdi síðan garðin.

Marin Katrina Frýdal, forkvinna í byggi- og býarskipanarnevndini, segði nøkur orð, áðrenn farið varð oman í kirkjukjallaran í Hoyvíkar kirkju til ein drekkamunn. Marin Katrina segð m.a.:

- Góðu hoyvíkingar! Og góðu tit øll, biskuppur og prestar, umboð fyri kirkjuráðið, umboð fyri býráðið, entreprenørar og arbeiðstakarar, øll tit, sum íðin hava virkað fyri at fáa kirkjugarð í Hoyvík – hjartaliga vælkomin higar í dag, nú nýggi kirkjugarðurin í Hoyvík verður vígdur.

- Kirkjugarður var og er ikki í hvørjari bygd. Trupult kundi vera at bera kistur millum bygda, og tí varð aloftast rógvið. Allarflestu bygdir – sum ikki høvdu kirkjugarð – høvdu eina serliga støð, har bátur kundi leggja at eftir eini kistu – henda varð vanliga kallað líkhella ella líktangi.

- Hetta man mangan hava verið strævin róður – men enn strævnari man hava verið at borið kistur um fjøll, ikki vandaleyst var tað heldur, so ofta vórðu jarðarferðir útsettar, um veðrið ikki var til vildar.

- Soleiðis hava Kaldbaksbotnur, Hoyvík, Sund og Hvítanes eisini ligið eitt sindur burtufrá bæði Kaldbak og Havnini. Men her hevur ligið rættiliga væl fyri at skjútsa og bera – hampiligt við báti og rímiliga gott at ganga.

- Í oktober 2015 varð nýggjur kirkjugarður vígdur í Kaldbak. Hetta var akkurát 180 ár eftir at Struer prestur vígdi Kaldbaks kirkju – men fornfrøðingar meta, at kirkjugarður hevur verið á staðnum í meira enn 400 ár. Kirkjan og gamli kirkjugarðurin eru í dag friðað øki.

Kunna ganga í kirkjugarðin

- Fleiri bygdir hava í dag kirkjugarðar, ið liggja burturfrá kirkjuni, og tann gamli siðurin at fylgja líki til gongu er summastaðni við at hvørva. Tó, her í Hoyvík fer hetta at bera til. Tí farið var undir at byggja nýggja kirkju í Hoyvík í juli 2005, sum varð vígd í 2007.

- Her í Hoyvík fer tí at bera til at ganga úr kirkjuni, Oasuni og Lívdini eftir gøtunum niðan gjøgnum tann friðaða og vakra Dalin Langa til nýggja kirkjugarðin. Teinurin í beinari linju er 950 metrar ella 300 metrar styttri, enn úr Dómkirkjuni til kirkjugarðin við Velbastaðvegin.

- Hoyvík er eitt av skjótast vaksandi økjum í landinum. Liðugt útbygd verður Hoyvíkin helst á stødd við Klaksvík, so tørvur var á bæði kirkju og kirkjugarði.

- Av týdningi er eisini, at kirkjugarðurin kann víðkast, og at kirkjugarðurin ikki órógvaði verandi býarbygging, men heldur gjørdist ein vakur partur av frílendisætlanini í økinum, har býurin sum frálíður fer at vaksa uttanum og kirkjugarðurin at gerast ein nátúrligur og friðsælur partur av økinum.

- Málið varð einmælt samtykt í juni 2016, spakin settur í tann 26. august 2016 og í dag síggja vit úrslitið. Eitt valaverk, har alt arbeiðið – líka frá el- og timburarbeiði, asfaltering og ikki minst grótlaðing - er sera væl frágingið.

Marin Katrina endaði við at takka KONSAX, heildararbeiðstakara, El-Net, sum hava gjørt el-arbeiðið, Dia Jacobsen, grótlaðara, Magnus Thomsen, ið hevur gjørt stoypiarbeiðið, EM Asfalt, sum hevur gjørt asfaltarbeiðið, Jóhannes Jensen, ið hevur staðið fyri timburarbeiðnum, og felagnum
Havin, sum hava staðið fyri plantingini.

Í kirkjugarðurin eru 500 gravir, 72 parkeringspláss, harav tvey til rørslutarnað, og arbeiðshús til gravara við almennum vesi.

Sera vælhóskandi øki

Á samkomuni í Hoyvíkar kirkju segði Annika Olsen, borgarstjóri, at arbeiðið hevur gingið væl, síðan fyrsta flagið varð loyst fyri trimum árum síðan. Kirkjugarðurin liggur við norðurendan av Dalinum Langa. Økið liggur skamt burtur frá sambindingarvegnum Klingruni. Eysturhallandi skráin gevur lívd, og við vesturhallandi slættan er stórbært útsýni norðureftir móti Sundalagnum og vakra Tangafjørðinum og Skálafjørðinum. Umstøðurnar í hesum náttúruvakra øki hóska tí ógvuliga væl til kirkjugarð.

- Arbeiðið er gjørt í trimum byggistigum – fyrst útgrevstur til sjálvt økið. Sprongt og brekkað var, har tørvur var á tí, og økið turkað. Síðani var frárensl gjørt og moldin løgd út. Og at enda varð parkeringsøkið, arbeiðshúsið, felagsøkið og økið til gravir gjørt saman við grótlaðing, gøtuljósum og øðrum.

- Kirkjugarðurin er býttur upp í 3 høvuðsrúm, sum verða skild sundur í smærri rúm. Rúmini móti vesturi varðveita vakra útsýnið eystan- og norðanfyri. Og rúmini eru eisini knýtt saman við eini høvuðsgøtu, sum aftur verður skild sundur í smærri gøtur. Eystanfyri er gjørligt seinni at víðka um kirkjugarðin.

- Økið liggur beint við sambindingarveg, ið kann leiða nógva bilferðslu. Men í beinari linju eru 950 metrar til kirkju og samkomuhús ígjøgnum fríøkið Dalurin Langi. Til sammetingar er beina leiðin millum Dómkirkjuna og kirkjugarðin við Velbastaðvegin 1250 m, t.v.s. 300 metrar longri.

- Eg fari at ynskja hoyvíkingum tillukku við kirkjugarðinum. Eg skal serliga takka kirkjuráðnum í Hoyvík fyri serliga gott samstarv – og eg vil fegin takka Katrini Dahl persónliga fyri at hava lagt ómetaliga nógva orku í hetta arbeiðið.

- Somuleiðis verður ein tøkk borin heildararbeiðstakaranum KONSAX við øllum undirveitarum. Her er sanniliga talan um væl frágingið arbeiði, um eitt virðiligt øki til kirkjugarð og um eitt prýði fyri umhvørvið. Her síggja vit, at ein kirkjugarður ikki tørvar at vera ein deyður garður, men eitt vakurt frí- og friðøki hjá hoyvíkingum og øðrum til teir friðarligu gongutúrarnar, segði Annika Olsen, borgarstjóri m.a.

Stór myndarøð liggur á síðuni hjá Tórshavnar kommunu á Facebook